Viljálmur Gregoriussen tekur fyrst í komandi ári við starvinum sum stjóri á Skipaeftirlitinum, skrivar Fiskimálaráði í tíðindaskrivi
Viljálmur Gregoriussen er skipsførari og hevur harafturat tikið útbúgvingar sum civiløkonomur og teldufrøðingur.
Hann hevur í mong ár arbeitt innan sjóvinnuøkið – millum annað í Mentamálaráðnum og í Søfartsstyrelsen.
Í løtuni starvast Viljálmur Gregoriussen sum økisstjóri á Toll- og Skattstovu Føroya.




