Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Vilt” nýggja heimasíðu

John William Joensen

Fyritøkan “Vilt”, ið er heimahoyrandi í Suðuroy, er komin við nýggjari heimasíðu.

"Vilt" ið er sølufyritøka, men fyriskipar eisini onnur tiltøk. Nevnast kunnu sølu- og teambuildingskeið, sum veruliga eru vorðin sera væl umtókt seinastu tíðina. 

Alt fleiri virkir, stovnar og bólkar velja at seta fokus á innanhýsis økir, so sum samstarv, sosiala samsjóðing, kapping, útferð osv, og her hevur "Vilt" samansett ein frálíkan pakka, ið er sera væl móttikin kring landið.

Nú virksemi er økt, hevur "Vilt" valt eisini at dagføra heimasíðuna, sum er ment í samstarvi við 3x2v.com (trífalt tví v). Á heimasíðuni, sum er at finna á www.vilt.fo, verður víst á hvat "Vilt" umboðar, og hvat hesi umboðini innibera.