Veðrið í dag og í morgin verður myndað av einum lágtrýsti, sum er statt í útsynning úr Føroyum. Í morgun var trýstið inni í miðjuni niðri á 972 hPa, og tað hevur givið okkum heilt fitt av vindi úr suðuri í nátt og í morgun. Brúgvaløgini (regnumráðini) hava hevur nóg langt frá okkum, at vit hava havt turt veður um okkara leiðir.

Í dag, í kvøld og í nátt fer hetta lágtrýstið at flyta seg í beinan sunnan, meðan tað fer at dýpast niður í 970 hPa og gerast enn meiri máttmikið. At lágtrýsið mennist, samstundis sum tað flytur seg burtur frá okkum, merkir, at veðrið fer at vera mestsum tað sama, og tí fer at verða nakað av vindi tað sum er eftir at hesum degi og eisini í nátt. Talan verður um hvassan vind og skrið 15 til 20 m/s. Ættin verður landssynningur, sum seinni gongur upp í eystan. Í morgin seinnnapartin gongur hann upp í landyrðing, og vindurin fer at minka eitt sindur. Tá er lágtrýstið komið nakað longur suður í Atlantshavið, og menningin er steðgað.
Brúgvaløgini fara at koma til okkara úr suðuri, og á leið teirra fara tey at regna. Hetta verður einaferð seinni í dag og í kvøld og í nátt. Fyrrapartin í morgin fer at slíta í.