Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vindur í allan dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Tað fer at vera fitt av vindi í dag. Vindurin stavar frá einum djúpum lágtrýsti, sum í morgun klokkan 8 var statt einar 550 fjórðingar vestur úr Skotlandi. Tað fer at flyta seg norðureftir og tí nærkast okkum. Trýstið er nokkso lágt í miðjuni, 966hPa klokkan 8. Stór megi er í hesum lágtrýsti, og tað júst tað vit fara at merkja við vindinum í dag.

Ættin í morgun klokkan 8 er sunnan. Vindferðin fyri alt landið er í miðal um ein strúk í vindi til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Í støðum í landinum er munandi meiri vindur enn tað, men hetta eru støð í fjøllum og skørðum.

Fyrrapartin í dag fer vindurin at veksa upp í skrið ella storm, 18 til 22 m/s. Ættin fer samstundis at flyta seg til landsynning. Soleiðis fer at vera til einaferð tíðliga í kvøld, tá fer at minka niður í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, og ættin aftur sunnan. Seint í kvøld og í nátt fer vindurin aftur at veksa upp í storm úr suðuri og útsynningi-suðuri.

Í dag verður skýggjað. Fyrrapartin turt, men út ímóti middegi fer at regna. Seinnapartin fer at slíta í – tó kunnu ælingar væntast.

Hitin í dag fer at liggja um 6 til 7 stig.