Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vindur um vikuskiftið

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í dag er vindur. Og vindur verður í allan dag. Eisini ein stóran part av morgindegnum. Leygarkvøldið minkar vindurin eitt sindur. Sunnudagin verður enn eitt vet minni vindur.

Í dag er vindur. Og vindur verður í allan dag. Eisini ein stóran part av morgindegnum. Leygarkvøldið minkar vindurin eitt sindur. Sunnudagin verður enn eitt vet minni vindur.

Tað er eitt lágtrýst við Vesturnorra, sum stendur fyri veðrinum í Føroyum í dag og í morgin. Tað er nokkso lágt – trýstið í miðjuni var niðri á 959hPa í morgun klokkan 6. Lágtrýstið fer at flyta seg suðureftir í dag og í morgin, samstundis sum tað fer at grynnast. Sunnukvøldið fer tað ætlandi at doyggja – tá er tað komið suður á tað evropiska fastlandið.

Vit í Føroyum fara at liggja í vestara partinum av hesum lágtrýsti í og dag og í morgin – og í tí økinum er altíð høgætt. Tað kann við hvørt vera eitt sindur óvist við ættini, at siga frá hvussu hon fer at vera, men ikki hetta vikuskifti. Vit fáa høgætt alt vikuskiftið og nakrar dagar inn í næstu viku eisini. Ættin í dag fer at vera eysturhallur norðan ella landnyrðingur-norðan. Út á kvøldið fer ættin spakuliga at sníkja seg upp ímóti norðuri – og tað verður ættin í morgin.

Í annaðkvøld fer ættin vestur um norðan. Ikki langt, bert eina striku ella so – vesturhallan norðan ella útnyrðing-norðan. Sunnudagin fer vindurin at koma av útnyrðingi-norðuri.

Vindferðin fer heldur ikki at broytast so nógv hetta vikuskiftið. Allan dagin í dag fer vindferðin at liggja um 20 til 25 m/s. Tað er vindstig 9 á stiganum hjá Beaufort. Stormur. Vindmátarar Landsverks eru ikki so samdir um vindferðina. Tann sum vísur minst, er tann í Streymnesi. Hann vísir 4 til 10 m/s. Tað ger vindmátarin á Gjáarskarði ikki. Hann vísir 26 til 40 m/s. So ymiskt er við hesari ættini í Føroyum, hvussu hon rakar tey ymisku støðini. Tá ið tað er høgætt, er vindurin sera ójavnur. Tí kunnu harðar hvirlur og vindblak koma við væl meiri vindi.

Í morgin fer vindurin eftir øllum at døma at minka eitt vindstig. Niður í eitt skrið, 18 til 20 m/s. Sunnudagin minkar vindurin enn meiri. Niður ímóti hvøssum vindi, 13 til 18 m/s.

So er tað avfallið. Vit kunnu vænta okkum ælingar við kava alt vikuskiftið. Títtleikin ímillum ælini verður ymiskur. og so skal sjálvandi eisini takast uppí, hvussu góð ella ring høgættin er á staðnum.

Hitin alt vikuskiftið fer at liggja eitt ella tvey stig báðumegin frostmarkið.

Gott vikuskifti

Harleyfacadeacryl