Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vinnan á ferð við 62°N Vinnu

Jóhann Lützen

Í morgun fóru fleiri enn 50 føroyskar fyritøkur, 174 vinnulívsfólk, á ferð til Barcelona fyri at luttaka á stóru Ráðstevnuni SEG, Seafood Expo Global 2024.

 

SEG er ein tann størsta ráðstevnan í heiminum, og er ein miðdepil fyri innovation og samstarv innan sjógætis- og fiski ídnaðin, og gevur luttakarum úr Føroyum møguleika fyri at netverka, deila vitan og síggja nýggjastu tøknina í vinnuni.

SEG túrurin, ið 62°N Vinna skipar fyri hvørt ár, hevur havt serstakliga stóra undirtøku í ár og varð útseldur nærum beinanvegin. Hetta er eitt greitt tekin um tann vaksandi áhugan fyri at vera ein partur av hesum týdningarmikla tiltaki fyri føroyska vinnulívið.

Á SEG sýna fleiri av føroysku fyritøkunum fram føroyska sjógætis rávøru og tænastu. Eisini eru fleiri fyritøkur og vinnulívsfólk farin á SEG fyri at ogna sær vitan innan nýggjastu tøknina og marknaðargongdina í sjó- og fiskivinnuni. Hetta er týðandi fyri áhaldandi at vera kappingarførur á altjóða marknaðinum og somuleiðis skapa samband við altjóða samstarvspartnarar.

Við teimum førleikum og samstarvi í ferðavinnuni, tryggjar 62°N Vinna, at allir gestir fáa eina ómakaleysa og góða ferð. Við at gera SEG túrin hvørt ár, styrkir 62°N Vinna um sína støðu sum leiðandi veitari av vinnuferðum og tænastu til vinnuna, samstundis sum tey byggja brýr millum føroyskar og altjóða marknaðir.

SEG Seafood Expo Global verður í døgunum  23. – 25. Apríl 2024