Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnan skal hava góða marknaðaratgongd og vera kappingarfør

Eyðdis Hartmann Niclasen

Vælferðin í Føroyum hongur beinleiðis saman við at vinnan trívist. Allar avmarkingar og forðingar mugu vekk, soleiðis at vit eru kappingarfør og hava røttu treytirnar at arbeiða undir á altjóða støði.

Taka vit handilsflotan uppliva vit enn, at vantandi tvískattaavtalur, avtalur um flutning millum Evropeiska havnir og fleiri treytir ikki eru nøktandi fyri, at vinnan kann fara útum landoddarnar at kappast. Tað er sanniliga ikki tí, at føroyski handilsflotin ikki er til reiðar at fara út í altjóða kapping.

Landsstýrið má til arbeiðis og fáa hesar forðingar av vegnum, tí í júst hesari vinnuni eru vakstrarmøguleikarnir stórir, bæði á sjógvi og landi – um allan heimin – og vit mugu slóða fyri, at hettar letur seg gera. Nú.

Eyðdis Hartmann Niclasen

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið