Fái eg álit veljarans til býráðsvalið, vil eg arbeiða fyri, at vinnan fær eina hægri raðfesting komandi árini. Víðkanin av Norðhavnini skal fremjast, landstreymsmøguleikar skulu kannast, forsømdir bryggjukantar skulu umvælast og dagførast, og yvirhøvur skal vinnuliga umhvørvið merkja, at kommunan raðfestir og virðir tey høgt.
Seinastu árini eru nøkur vinnuøki blivin forsømd, og tí krevur nakað munagott at verða gjørt á tí økinum. Eg skal her nevna nøkur hjartamál hjá mær á hesum øki.
Norðhavnin leingjast
– ljóðdálking tálmast
Tað hevur í nøkur ár ligið í kortunum at leingja Norðhavnina norðureftir, soleiðis at bæði atløgukapasiteturin verður øktur 2-300 metrar norðureftir, og soleiðis at vit fáa munandi meir lendi til vinnuvirki á hesum øki.
Hetta arbeiðið verður í næstum sett í gongd, við tað at kommunan hevur gjørt avtalu við Landsverk um at fáa ein munandi part av avlopsgrótinum frá tunlunum norður um fjall til víðkan av Norðhavnini.
Hetta arbeiðið og liðugtgerð av hesi havnaútbygging skal raðfsetast í komandi býráðssetu, har tað vónandi eisini verða møguleikar fyri samstarvi við vinnuna um nýtt og víðkað virksemi, sum henda útbygging letur upp fyri.
Ein annar týðandi partur av hesum vinnuøki er tann ljóðdálking, sum ávís skip hava framt í Ánunum. Her vil ein leinging norðureftir, burtur frá búsetingunum í Ánunum, verða ein bati, men eisini vil eg arbeiða fyri, at kommunan ger meira við at kanna møguleikar fyri landstreymi, og um hesar ikki bera á mál, so at gera alt fyri, at hesi viðurskifti fáast bøtt munandi.
Viðlíkahald og dagføring
av kajkantum skal gerast
Ein annars forsømdur partur, tá tað kemur til vinnuna, hesi seinastu árini er viðlíkahald og røkt av kajkantum kring vánna.
Her hugsi eg eitt nú um fiskivinnu- og egningarumhvørvið á Stongunum, har virksemið er stórt, og har nógv fólk, bæði yngri og eldri, hava sín dagligdag, og nógvir bátar rógva útfrá.
Her eru kajkantarnir ikki nøktandi hildnir, og eisini eru onkrir bygningar í sera ringum standi. Her má gerast ein innsatsur fyri at finna loysnir, soleiðis at umhvørvið kring vinnuna verður gott, trygt og innbjóðandi.
Mikladalur, 2. november 2020
Herfrí Sørensen,
Býráðslimur og valevni Fólkafloksins




