Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vinnu- og mentanarstjórin farin til verka

Jóhann Lützen

John Syderbø er byrjaður í starvinum. Ein av fyrstu uppgávunum er kunna seg um tørvin, sum er á teimum økjum og stovnum, sum hoyra til vinnu- og mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu.

 

Í dag varð vitja hjá Torkil Mørkøre, leiðara á ítróttardeplinum. Torkil gav eina rundsýning, greddi frá virkseminum og hvør framtíðar tørvurin hjá ítróttardeplinum er. Nógv virksemi er í KÍ og Badminton høllini og vitjanartalið í Klaksvíkar Svimjihøll setur met. Tì er neyðugt at fylgja við og menna tilboðini á ítróttarøkinum enn meira.

John Syderbø sær fleiri spennandi avbjóðingar í starvinum.

– Eg síggi nógvar møguleikar í starvinum. Eg gleði meg serliga til at samstarva við vinnulívið og menna starvsøkið enn longur fram á leið. Tað finnast nógvar stórar og spennandi fyritøkur í kommununi, so tað er upp til okkum at fáa skapt so góðar karmar sum møguligt, hjá teimum at virka undir. Eisini eri eg serliga glaður fyri møguleikan venda aftur í Klaksvíkar at starvast.

John tók við starvinum 1. november. Hann er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur. 

Vinnu- og mentanarstjórin hevur ábyrgd av:

Ítróttaøkið, stadionøkið, bókasavnið, grótbrotið og Klaksvíkar havn. Saman við mentanarleiðaranum verður samstarvað um m.a. tiltøk, stuðul, vinabýarsamstørv og reglugerðir á mentanarøkinum. Av øðrum samstørvum kunnu nevnast Íverksetarhúsið, Visit Norðoy, Tónlistaskúlin, Kvøldskúlin, Fornminnissavnið og nýggja mentanarhúsið Varpið. Vinnumenning og samstarv við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar handilsfelag er eisini fevnt av økinum.