Í hesi vikuni fer Vinnuframi at lýsa eftir granskingarverkætlanum. Stovnsfæið í grunninum er niðurlagað við kr. 6,6 mió. og er upphæddin ætlað granskingartólum at seta í Granskarasetrið iNOVA.
Í hesi vikuni fer Vinnuframi at lýsa eftir granskingarverkætlanum. Stovnsfæið í grunninum er niðurlagað við kr. 6,6 mió. og er upphæddin ætlað granskingartólum at seta í Granskarasetrið iNOVA.
Endamálið við átakinum er at menna gransking í Føroyum við at útvega framkomin tól til granskingarverkætlanir. “Hetta er ein góður møguleiki hjá fyritøkum og stovnum, hvør sær, ella saman, at fara í holt við nýggjar granskingarverkætlanir á Granskarasetrinum iNOVA.” sigur Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður í Vinnuframa.
Lýsingin, ið verður send miðlunum í vikuni, er eisini at síggja á heimasíðuni www.vinnuframi.fo
Um spurningar eru, ber til at ringja til Regin W. Dalsgaard á tlf. 596061




