Vinnulívsráðið í Klaksvík skipar fyri netverksfundum fyri sínum limum nakrar ferðir um árið. Í dag verða altjóða búskaparútlitini viðgjørd eins og støðan í byggivinnuni
Vinnulívsráðið hevur boðið til vinnufund í Tekniska Skúla í Klaksvík har BankNordik verður vertur.
Stjórarnir og leiðslufólk í ymsu fyritøkunum í Klaksvík og Norðoyggjum eru savnaði á Tekniska Skúla í morgun.
Byrjað varð við morgunmati. Hjalti Mohr Jacobsen, íløgurráðgevi hjá BankNordik greiddi frá altjóða búskaparútlitunum. Marius Thomassen, ráðgevi í Vinnuhúsinum greinaði støðuna í byggivinnuni.
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik fer harumframt at umrøða virksemið hjá samtakinum.
Norðlýsið fer at gera samrøður við ymisk vinnulívsfólk.








