Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vinnuhøvuðsstaðurin sum mentanarberi

Dávur Winther

Klaksvík hevur verið og er ein mentanarberi – væl stuðlaður av vinnulívinum her, har tey bæði sýna hvørjum øðrum virðing. Tað kunnu vit vera takksom fyri!

 

 

Í 1856 var fyrsti úthandil uttan fyri Havnina settur á stovn Úti í Klaksvík. Tá byrjaði at blóma her norðuri og eitt rættiligt vinnulív tók skap.

 

Fiskakjallarar og hagreiðing á landi tók seg upp ymsa staðni. Jógvan Fr. Kjølbro, sum hevði lært í Handlinum hjá Faktorinum byrjaði í 1912 egnan handil á Biskupstøð, og har varð spírin til eitt blómandi vinnulív lagdur, og bera enn fyritøkur í Klaksvík navnið hjá Kjølbro.

 

Kjølbro gjørdist so stórur, at hann í 1934 hevði tvær ferðir landsins fíggjarlóg í umsetningi. Bankarnir rúmaðu honum ikki, og hann gjørdi sína egnu peningaskipan, sum hann lønti fólki sínum við – eina tíð meir enn 800 fólk í tali.

 

Klaksvíkar sjúkrahús varð bygt av peningi frá vinnulívinum og innsavning annars í økinum her. Virksemi byrjaði á sumri í 1898. So nógvur peningur kom inn, at tað var nóg mikið til bygging og til rakstur í eitt heilt ár – til at keypa tilfar og mat fyri, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

 

Samstundis er eitt virkið mentanar- og trúarlív í hesum spennandi vinnubýi. Menn taka seg saman og byggja í 1898 tað, sum bleiv kallað dansistovan ella samkomuhúsið.

 

Her kom háskúlarørslan uppí, og í 1899 helt m.a. háskúlin lutvíst til her. Hann flutti í Føgrulíð í 1900. Eisini fólkaskúlin, brøðrasamkoman til tey fingu egin høli í 1917, heimamissiónin, fráhaldsrørslan og Klaksvíkar Ítróttarfelag hildu til her, tá ið tað varð stovnað í 1904.

 

Men brúðleyp, dansur, fólkafundir og sjónleikur og so mangt annað, sum hoyrir einum røttum býi til, hildu til her. Henda dansistovan mitt í býnum var álitið til so mangt, fram til 1970-ini, tá ið menn tóku hana niður, við vón um at byggja eina størri dansistovu ella samkomuhús.

 

Men ikki fyrr enn nú 126 ár eftir, er eitt rættiligt mentanarhús við 2600 m2 bygt í Klaksvík. Her kann vera so mangt ymiskt innan mentan, tónleiki, framsýningar, sjónleiki, men eisini ráðstevnur av øllum handans slagi. Tá ið so nýggja hotellið á Sandinum er nærmasti granni – Ja, so kann alt lata seg gera.

 

Vinnulívið í Klaksvík hevur altíð verið virkin viðspælari í einum fjøltáttaðum mentanarlívi her í býnum og er oftani stutt millum tanka og handling – eisini á mentanarøkinum, tí her er ein stórur íverksetara andi millum mongu vinnulívsfólkini, ið stuðla væl undir mentanarlívið, eisini vit teirra ”skeivu” hugsanum.

 

Ítrótturin, Sjómannadagurin og Torradagarnir og so mangt annað verður stuðlað væl av vinnulívinum her um vegir.

 

Allar tær mongu standmyndirnar, sum standa í kommununi eru væl og virðiliga stuðlaðar av vinnulívinum og gjørdar í samstarvi við kommununa: Minnisvarðin í gamla kirkjugarði, Fípan Fagra, Kjølbro, Egningarmaðurin, Tey breiða fisk, Kópakonan, Dropin úr lívsins havi, Elinborg Lützen, Kavarin o.a.

 

Jú, sanniliga ganga Vinnu- og Mentanarlívið í Klaksvík hond í hond ella lið við lið, og Klaksvík, sum vanliga verður kallað vinnuhøvuðstaður Føroya, kann eisini kalla seg ein mentanarbý við tí margfeldi, tað bjóðar!

 

Hugsa bert um tey mongu lista- og skaldafólkini, sum koma hiðani og í seinnu tíðum við nýggja tónleikinum, brutu ungir rocktónleikarar rættiliga upp úr nýggjum og settu Klaksvík enn einaferð á kortið.

 

Klaksvík hevur verið og er ein mentanarberi – væl stuðlaður av vinnulívinum her, har tey bæði sýna hvørjum øðrum virðing. Tað kunnu vit vera takksom fyri!