Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnulig atlit telja mest

John William Joensen

Heilsu- og Innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið metir ikki, at ráðið kann seta til viks metingarnar frá vinnuni um, at tað er ítøkiligur vandi fyri, at tað kann skaða bæði kappingarførið og fíggjarligu støðuna hjá alifyritøkunumm, um innlit verður latið, sum vísir hvar í landinum alivinnan hevur brúkt evnafrøðislig evnir og hvussu stórar nøgdir eru brúktar í eitt nú Hvannasundi

Heilsu- og Innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið metir ikki, at ráðið kann seta til viks metingarnar frá vinnuni um, at tað er ítøkiligur vandi fyri, at tað kann skaða bæði kappingarførið og fíggjarligu støðuna hjá alifyritøkunumm, um innlit verður latið, sum vísir hvar í landinum alivinnan hevur brúkt evnafrøðislig evnir og hvussu stórar nøgdir eru brúktar í eitt nú Hvannasundi.

Vinnulig atlit telja meira enn fólkaræðislig atlit í umhvørvismálum, ger Heilsu- og Innlendismálaráðið greitt fyri Norðlýsinum.


1. Niðurstøða

Heilsu- og innlendismálaráðið metir ikki, at ráðið kann seta til viks metingarnar frá vinnuni um, at tað er ítøkiligur vandi fyri, at tað kann skaða bæði kappingarførið og fíggjarligu støðuna hjá alifyritøkunumm, um innlit verður latið, jb. § 12, stk. 1, nr. 2 í innlitslógini. Harumframt metir Heilsu- og innlendismálaráðið ikki, at tað ber til at ekstrahera partar av upplýsingum úr skjølunum í málinum vísandi til § 12, stk. 2. Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tí ikki viðmerkingar til, at Apoteksverkið hevur nokta innlit í hesum málinum.

Les meira her (word doc)

 

 

 

 


Viðv. kæru um noktandi innlit frá Apoteksverkinum

 

Heilsu- ogInnlendismálaráðið móttók tann 10. november 2015 kæru frá tygum um noktandiinnlit frá Apoteksverkinum. Tann 11. desember 2015 heimvísti Heilsu- oginnlendismálaráðið málinum til nýggja viðgerð hjá Apoteksverkinum. Tann 15.januar 2016 tók Landsapotekarin avgerð um at fasthalda avgerðina um at noktatygum innlit. Tann 4. februar 2016 sendi Heilsu- og innlendismálaráðiðteldupost til tygara, har spurt varð um kæra tygara stendur við. Í teldupostisama dag svara tygum, at kæran stendur við. Tann 12. februar 2016 boðar Heilsu-og innlendismálaráðið tygum frá, at málið verður tikið upp tilrealitetsviðgerð.

 

Tygum kæra, attygum ikki hava fingið innlit í:

      Hvørji evni og hvussu stórarmongdir alivinnan sleppir at brúka til avlýsing av fiski sum gongur í alibrúkumá sjónum kring um landið

      Hvat tað er fyri evni og hvussuávirka tey náttúru og fisk, og fólk sum koma beinleiðis í kontakt við hesievni.

 

1.    Fyrisitingarlig saksviðgerð

 

Apoteksverkiðupplýsir í avgerð sínari, dagfest 15. januar 2016, at verkið ikki hevurframleitt nøkur skjøl í sambandi við útflýggjan av heilivági, sum eru partur avfyrisitingarligari viðgerð. Apoteksverkið metir ikki, at har fyriliggja nøkurskjøl, ið eru fevnd av § 4, stk. 1 í innlitslógini.

 

Sambært § 4, stk. 1í innlitslógini kann ein og hvør, við ávísum undantøkum, krevja at fáa innlit ískjøl, sum ein myndugleiki hevur móttikið ella gjørt sum liður ífyrisitingarligari saksviðgerð í sambandi við virksemi myndugleikans. Rætturintil innlit fevnir sostatt um skjøl, sum eru til taks í málinum. Ein myndugleikihevur ikki skyldu til at framleiða nýggj skjøl í sambandi við viðgerðina aveinari innlitsumbøn. Tað vil siga, at Apoteksverkið í hesum førinum bert hevurskyldu til at lata innlit í tey skjøl, sum Apotekverkið hevur til taks.

 

Heilsu- oginnlendismálaráðið spurdi Apoteksverkið tann 23. februar 2016, hvussumannagongdin er í sambandi við sølu av heilivági. Landsapotekarin upplýsti íhesum sambandi, at djóralækni sendir forskrift til Apoteksverkið. Tá iðheilivágur verður latin, verður rokning skrivað til alibrúkið. Forskriftirnarfrá djóralæknunum verða nýttar sum grundarlag, tá ið Apoteksverkið tekur avgerðum, hvørt eitt alibrúk skal fáa heilivág. Tá ið heilivágur verður latin, verðurrokning skrivað til alibrúkið.

 

Heilsu- oginnlendismálaráðið bað Landsapotekaran um at senda okkum nøkur dømi uppáomanfyrinevndu forskriftir og rokningar. Tann 24. februar 2016 sendiLandsapotekarin avrit av nøkrum forskriftum frá fiskadjóralæknum og rokningumtil alifyritøkur.

 

Hetta eru altskjøl, ið Apoteksverkið hevur til taks í sambandi við fyrisitingarliga saksviðgerð.Skjølini eru fevnd av § 4, stk. 1 í innlitslógini og støða má tí takast til, umskjølini kunnu undantakast innliti sambært undantaksreglunum í innlitslógini.

 

2.    Vinnuligt virksemi.

 

Apoteksverkið hevurnoktað innlit vísandi til  § 12, stk. 1,nr. 2 í innlitslógini, sum sigur, at innlit kann noktast um talan er umupplýsingar um tøkniligar útbúningar ella mannagongdir, ella um rakstrar- ellavinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligantýdning fyri virkið, sum upplýsingin viðvíkur, at innlistumbønin ikki verðurgingin á møti.

 

Tann 3. mars 2016sendi Heilsu- og innlendismálaráðið teldupost til Landsapotekaran. Íteldupostinum vísir ráðið á, at treytin fyri at kunna nokta innliti sambært §12, stk. 1 í innlitslógini er, at tað eftir einari ítøkiligari meting verðurmett at viðføra fyritøkunum skaða, serliga skaða av fíggjarligum slagi, uminnlit verður latið. Heilsu- og innlendismálaráðið bað tí Landsapotekarangreiða frá, í hvønn mun tað gongur út yvir fyritøkurnar, um innlit verðurlatið, herundir í hvønn mun fyritøkurnar kunnu fáa ein fíggjarligan miss, uminnlit verður latið. Upplýst varð, at sambært vegleiðingini til innlitslógina[1]kann Apoteksverkið, um ivi er, senda spurningin víðari til alifyritøkurnar, ogspyrja fyritøkurnar um og  í hvønn mun tær kunnu væntast at fáa einfíggjarligan miss, um innlit verður latið. Boðað varð frá, at Heilsu- oginnlendismálaráðið, tá ið ráðið móttók svarskriv frá Apoteksverkinum, fór atmeta um, hvørt grundgevingarnar kundu bera undantak sambært § 12, stk. 1 íinnlitslógini.

 

Tann 7. mars 2016sendi Landsapotekarin fyrispurningin víðari til alifyritøkurnar. Tann 23. mars2016 sendi Landsapotekarin svarini frá alifyritøkunum til Heilsu- oginnlendismálaráðið.

 

P/F Faroe Farmingsvarar soleiðis: “Okkara framleiðsla er undir strongum eftirliti, bæði avokkara egnu starvsfólkum og ikki minst av almennum stovnum, vit eru í harðarikapping við onnur lond um at framleiða besta laksin, og meta vit, at um innlitverður givið, so kunnu hesi tøl blíva brúkt og ikki minst misbrúkt í almennupressuni ímóti okkara fyritøku. Tað er galdandi fyri allarframleiðslufyritøkur, at rakstrarætlanin – eisini okkara ætlan fyri, hvussu vittakla trupulleikan við lús, hvønn heilivág og hvørjar nøgdir vit brúka – er atmeta sum sera viðkvæmir upplýsingar og sum ein fyritøka eigur at sleppa at havafyri seg sjálvan.”

 

Marine HarvestFaroes P/F svarar soleiðis: “Allar alifyritøkur eru undir strongum almennumeftirliti, og øll framleiðsla er góðkend. Somuleiðis er øll viðgerð góðkend.Tað eru bert 4 alifyritøkur í Føroyum og eru einastu kundar hjá Apotekinum ájúst hesum øki. Alifyritøkurnar kappast innanhýsis og uttanlands, og júst, hvussualifyritøkurnar fyribyrgja lús er ein kappingarstøða millum feløgini. Tað erein vinnuligur loynidómur, hvussu nógv evnir MHF nýtir, umframt hvørjar aðrarhættir fyritøkan brúkar í sambandi við avlúsing. MHF er kundi hjá Apotekinum ogkeypir heilivág í sambandi við avlúsing, sum part av teirra tøkniliga útbúnaðiog rakstri til avlúsing, og ikki bert heilivág. Reint fíggjarliga hevur taðavleiðingar fyri MHF, um eitt víðkað innlit verður givið. Tað er einnærliggjandi váði, at upplýsingarnar fara at skaða MHF bæði kappingarliga ogfíggjarliga, um eitt víðkað innlit verður givið. Tapið í hesum føri er, atupplýsingar fara at skaða MHF soleiðis, at marknaðarpartar vera mistir, tí atkeyparar fáa beinleiðis innlit í, hvat er brúkt av heilivági á júst einum øki –loynidómar, sum vera frambornir av 3. persóni og tí kunnu geva eina rangastøðulýsing. Kappingarføri verður verri, tí kappingarneytar fáa innlit í,hvussu nógv evnir MHF hevur brúkt og kann hetta brúkast í kappingini ámarknaðinum.”

 

Bakkafrost P/F svararsoleiðis: “… Tað er ein handilsligur loynidómur hvussu nógvan heilivág einalifyritøka brúkar, og tað er eisini okkara fatan, at hesar upplýsingar eisinikunnu misbrúkast. Orsøkin er, at tað ikki gevur røttu myndina av støðuni bertat vísa á, hvussu nógvan heilivág ein alifyritøka hevur brúkt á einum firði íeinum ávísum tíðarskeiði. Tá hevur tað eisini týdning, at aðrr viðkomandiupplýsingar eisini koma fram og hetta letur seg sjálvandi ikki gera. Tað ereisni okkara fatan, at innlit eigur at verða noktað við tilvísing til § 13,stk. 1, litra 6, tí tað kann skaða eina alifyritøku almikið, um fjølmiðlar –uttan at taka samlaðu myndina við í viðgerðina – fara at upplýsa eksaktarmongdir av heilivági sum verða brúktar á teimum einstøku aliøkjunum. Hetta kanní avgjørdan mun verða til skaða fyri marknaðarstøðuna hjá eini alifyritøku. …Talan er um upplýsingar um hvussu nógvan heilivág hvør fyritøka brúkar ogslíkar upplýsingar eiga ikki at vera almennir, tí talan er um sera viðkvæmarupplýsingar. Talan er eisini um rakstrar- og vinnuligar upplýsingar, og taðkann hava sera stóran fíggjarligan týdning fyri Bakkafrost, at hesarupplýsingar ikki verða almannakunngjørdar. § 12 í innlitslógini sigur, atupplýsingar sum hava stóran tøkniligan og fíggjarligan týdning fyri einafyritøku ikki eru fevndar av reglunum um alment innlit. Alifyritøkurnar eruundir almennum eftirliti og framleiðslan er góðkend. Tað eru matvørur sum verðaframleiddar, og framleiðslan er undir strongum eftirliti.”

 

Hiddenfjord (P/FLuna) svarar soleiðis: “… Her eru vit av tí fatan, at tað fyri einstøkualifyritøkurnar hevur stóran týdning, at innlit ikki verður givið íspesifikatión av tølum fyri evni og mongdir, sum verða brúkt til avlúsing avalifiski uppá firðir ella aliøki. Hetta eru upplýsingar, sum hava stórantýdning fyri kappingarførið, marknaðarstøðuna og fíggjarligu støðuna hjáeinstøku alifyritøkunum í kappingini teirra millum og mótvegis alifeløgum íøðrum londum. Talan er um upplýsingar, sum lættliga kunnu fáa eina neiliga ávirkaná einstøku alifyritøkurnar, um upplýsingarnar verða almannakunngjørdar ellalatnar øðrum, uttan at tað samstundis loyalt verður greitt frá øðrum viðkomandiviðurskiftum. Fyri einstøku alifyritøkurnar er talan um vinnuloynidómar, og taðkann fáa stóran týdning kappingarliga og fíggjarliga, um innlit verður givið í,hvat eitt alifelag hevur brúkt til avlúsing á hvørjum einstakumalibrúki/fjørði. Samanumtikið eru vit tí av tí fatan, at í tann mun, at hettayvirhøvur er fevnt av innlitslógini, so eigur ein spesifikatión av tølum fyrievni og mongdir, sum verða brúkt til avlúsing av alifiski uppá firðir ellaaliøki at verða undantikin almennum innliti. Í hesum sambandi verður víst til §12, stk. 1, nr. 2 og § 13, stk. 1, litra 6) í innlitslógini. At enda skal verðavíst á, at virksemið hjá alifyritøkunum er undir strongum almennum eftirliti,sum m.a. skal tryggja, at alifyritøkurnar nýta evni til avlúsing á lógligan ogforsvarligan hátt.”

 

Sambært § 12, stk.1, nr. 2 fevnir skjalainnlit ikki um upplýsingar um tøknligar útbúningar ellamannagongdir, ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er,at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sumupplýsingin viðvíkir, at áheitanin ikki verður gingin á møti. Treytin fyri atkunna nokta innliti sambært § 12, stk. 1 í innlitslógini er, at tað eftireinari ítøkiligari meting verður mett at viðføra fyritøkunum skaða, serligaskaða av fíggjarligum slagi, um innlit verður latið.

 

Í hesum førinumvísa alifyritøkurnar á, at tær eru í harðari kapping við onnur lond um atframleiða besta laksin. Upplýsingar um, hvussu alifyritøkurnar taklatrupulleikan við lús, hvønn heilivág, hvørjar hættir og nøgdir tær nýta tilavlúsing á hvørjum einstøkum firði, eru vinnuloynidómar, ið kunnu skaðakappingarførið, marknaðarstøðuna og fíggjarligu støðuna hjá alifyritøkunum bæðiinnanlands og uttanlands. Tað er ein nærliggjandi vandi fyri fíggjarligum- ogkappingarligum avleiðingum, um innlit verður latið. Tapið í hesum førinum kannverða, at marknaðarpartar vera mistir.

 

 

Heilsu- oginnlendismálaráðið metir ikki, at ráðið kann seta til viks metingarnar frávinnuni um, at tað er ítøkiligur vandi fyri, at tað kann skaða bæðikappingarførið og fíggjarligu støðuna hjá alifyritøkunum, um innlit verður latið.Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tí ikki viðmerkingar til, at Apoteksverkiðhevur nokta innlit í hesum máli vísandi til § 12, stk. 1, nr. 2.

 

Sambært § 12, stk.2 í innlitslógini er tað soleiðis, at um bert ein partur av skjalinum/skjølunumkemur undir ásetingina í § 12, stk. 1, skal innlit latast í hin partin avinnihaldinum í skjalinum/skjølunum. Hetta er sokallaða ekstraheringsskyldan. Sambærthesum hevur myndugleikin skyldu til at lata innlit í teir partar av skjalinum,sum ikki fevna um § 12, stk. 1 upplýsingar.

 

Heilsu- og innlendismálaráðiðhevur fingið dømi um tey skjøl, ið fyriliggja í hesum máli. Hetta eru forskriftirfrá djóralæknum og rokningar til alifyritøkurnar. Heilsu- og innlendismálaráðiðmetir, at allir teir upplýsingar, ið eru á hesum skjølum, eru tengdir at omanfyrinevnduundantøku fyri innliti sambært § 12, stk. 1, nr. 2. Mett verður ikki, at taðber til at ekstrahera partar av upplýsingum úr teimum skjølum, ið Apoteksverkiðhevur til taks í hesum máli.

 

3.    Niðurstøða

 

Heilsu- og innlendismálaráðiðmetir ikki, at ráðið kann seta til viks metingarnar frá vinnuni um, at tað erítøkiligur vandi fyri, at tað kann skaða bæði kappingarførið og fíggjarligustøðuna hjá  alifyritøkunumm, um innlitverður latið, jb. § 12, stk. 1, nr. 2 í innlitslógini. Harumframt metir Heilsu-og innlendismálaráðið ikki, at tað ber til at ekstrahera partar av upplýsingum úrskjølunum í málinum vísandi til § 12, stk. 2. Heilsu- og innlendismálaráðiðhevur tí ikki viðmerkingar til, at Apoteksverkið hevur nokta innlit í hesummálinum.

 

 

Vinarliga,

 

BiritaLudvíksdóttir

ráðgevi

 



[1] “Offentlighedsloven med kommentar af John Vogter”, 3. útgáva, 1998, s.226