Vinnulívið er lívsæðrin til lokaløkið, og tíbetur eru vit so heppin at hava eina fjølbroytta vinnu. Hetta er fyrst og fremst styrkin í einum samfelag, og eiga vit sum kommuna at virða vinnuna høgt við at geva teimum best møguligu umstøður og karmar at virka í.
Vinnulívið er lívsæðrin til lokaløkið, og tíbetur eru vit so heppin at hava eina fjølbroytta vinnu. Hetta er fyrst og fremst styrkin í einum samfelag, og eiga vit sum kommuna at virða vinnuna høgt við at geva teimum best møguligu umstøður og karmar at virka í.
Vit fegnast og eru takksom fyri hvørja fyritøku, sum velur at virka í og út frá Klaksvíkar Kommunu, tí hon er við at skapa tað grundarlag, sum okkara lokalsamfelag byggir á.
Vit síggja so mangan, at tá ein táttur í samfelagnum svíkur, stinga nýggjir møguleikar seg upp. Her er fiskivinnan einki undantak, tí hon fevnir um ymiskar bólkar, sum hava ymiskar og skiftandi fortreytir. Nú er tað pelagiska vinnan, sum er dominerandi og skapir ein hóp av góðum, stabilum arbeiðsplássum og leggur nógvan pening eftir seg.
Sum kommuna kunnu vit nú fegnast um, at vit høvdu dirvi at fara undir at byggja Norðhavnina í Anunum, sum vit í dag heysta ávøkstin av.
Vit vita eisini, at fjarfiskiflotin hevur havt góðar tíðir seinastu mongu árini og hevur lagt nógv eftir seg í okkara øki. Hetta smittar av sær á onnur øki, tí avleidda vinnan spennir víða í landi okkara.
Fyrrverandi Landingarmiðstøðin, verður karmur um nýtt virsemi.
Tað er at fegnast um, at nýtt virksemið kemur á Kósini, har landingarmiðstøðin helt til. Vit heilsa teimum vælkomnum higar og ynskja teimum bestu eydnu í nýggju umstøðunum. Talan er um Sp/f Sílnet, Trol/Nótavirkið, sum hevur sítt virksemið í Syðrugøtu. Vit gleðast um, at teir nú víðka sítt virksemið til Klaksvíkar.
Júst hetta er endamálið við vinnupolitikki okkara, at skapa karmar og umstøður, soleiðis at nýtt vinnuvirksemi kann taka seg upp her í kommununi, samstundis, sum verandi vinnuvirki kunnu mannast.
Sterkt vinnulív skapir sterkt mentanarlív.
Fyritreytin hjá okkum her norðuri, at hava eitt ríkt mentanarlív er, at vinnuni gongst væl, hetta er prógva ferð eftir ferð, og soleiðis fer tað altíð at vera her, vinnan er ein sterkur stuðul til okkara frítíðarvirksemið og tað má kennast gott tá ymisku feløgini leska hesi ofta peninga veiku frítíðarfeløg og tiltøk, sum setur serliga dám á bý okkara. Tað skundar undir hjá hesum eldsálum at halda fram og koma við nýggjum trivnaðar tilboðum til allar aldursbólkar. Hetta skapir trivnað í kommununi, og fangar eisini áhuga útum kommunumark. So latið okkum øll gera okkara besta fyri trivnaðin í kommununi, standa vit saman, standa vit sterk.
Steinbjørn O. Jacobsen virkandi borgarstjóri.




