Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnulívsráðið aðalfund í kvøld kl. 19.00

Vinnulívsráðið í Klaksvík

Undir yvirskriftini “Í viðgongd og mótgongd”, fer Árni Frederiksberg, KÍ’ari og stjóri á Kjølbro Heilsølu, at hava spennandi framløgu á aðalfundinum hjá Vinnulívsráðnum, ið verður í Varpinum í kvøld.

Vinnulívsráðið í Klaksvík, varð stovnsett fyri at savna vinnuna og vinnulig áhugamál, fyri at menna samstørv millum fyritøkur og fyri at kunna tosa saman um felags áhugamál.

Vinnulívsráðið hevur í dag stívliga 70 limir við fyritøkum í Klaksvík og fyritøkum, sum hava tilknýti til Norðoyggjar, frá størstu fyritøkunum til miðalstórar og smærri fyritøkur.

Á áðlfundinum í dag, sum verður hildin í Varpinum kl. 19.00, fer Árni Fredriksberg at greiða eitt sindur frá góða KÍ árinum í fjør og kappingarárinum higartil í ár.

Eisini fer hann sjálvandi at tosa um Kjølbro Heilsølu, har hann er stjóri.

Fótbóltur og vinna kann læra av hvørjum øðrum, og tað fer hann eisini at seta nøkur orð á.

Vit vóna at síggja nógv fólk til aðalfundin, og fyritøkurnar eru vælkomnar at taka viðkomandi starvsfólk við.

Bjóðað veður kaffi og okkurt gott afturvið.

Nevndin í Vinnulívsráðnum er ídag  skipað við: Jan Petersen, Frimodt Rasmussen, Elsubeth Poulsen, Rani Nolsøe og Heini Hansen.