At halda fram at “dyrka” ónøgdina í føroyinginum,
við áhaldandi at prenta inn í hann, at summi
hava fingið framíhjárætt, er beinleiðis villleiðandi.
Í samfelagskreppudøgunum 1992 settu nakrir vinnulívsmenn sær fyri at stovna eitt vinnulívsráð í Klaksvík, sum kundi savna vinnuna til eitt betri samstarv og fyri at tosa um og viðgera felagsmál.
Áðrenn eg viðgeri tann partin, fari eg at nevna nakað heilt annað, sum aftur legði lunnar undir framgongdina í Klaksvík frá fyrst í nítíárunum
Fari at vísa á veruleikar sum góvu økinum eina grundleggjandi bjarging, sum ídag mangan verður skýrt “framíhjárættur”!
Samfeld ódnartøk
Eitt sum fekk avgjørdan týdning fyri dagarnar og framtíðina, sum legði lunnar undir, at plássið kom seg so skjótt aftaná kreppuna vóru m.a. hesi tiltøk, sum arbeitt var við í 1993, 1994 og 1995:
1. Borgarar staðfestu, at í Føroyum var ongin hjálp at finna uttan sjálvir at fara til verka, tí allar Føroyar lógu í búskaparligum andaleypi, landskassin, kommunur, peningastovnar og vinnan.
2. Skiparar, stýrimenn, maskinmenn og onnur skipsfólk saman við fólki á landi tóku um stýrisvølin, settu pening í skipini sum “lógu svínabundin”, hóast útlitini fyri at fáa fisk vóru vánalig. Hesi sóu, at gjørdu tey onki, var “deyðin í durunum”. Tí vórðu skipini við fiskiloyvum verandi á plássinum og sum fráleið, komu fleiri afturat.
3. Langfarafiskiflotin bardi seg ígjøgnum kreppuna í tungum sjógvi og seinast í øldini kom enntá onkur nýbygningur.
4. Fakfeløgini og arbeiðsgevarar fóru í eitt felag og keyptu Kósavirkið, settu pening í saman við Norðoya Sparikassa, ein Norðoyagrunnur var skaptur. Arbeiðsgevarar og fakfeløg í Klaksvík hava altíð kent samábyrgd, hóast hvør á sínum vongi. Farið varð frá hurð til hurð fyri at savna pening saman, og hóast hjá mongum tá var lítið at taka av, vildu hesi eisini verða við til at bjarga tí, ið bjargast kundi.
Dýrt vunnin fiskiloyvi – eitt váðaverk
Fólk við ábyrd satsaðu í tí óvissa, tí slapst undan, at flakavinnan varð sentraliserað og kundi verið galdandi fyri Kósavirkið – eftir danskari uppskrift – tá kundi hent, at virkið varð niðurlagt.
Alt hetta samfelt gjørdi, at Klaksvík við sínum dýrt vunnu fiskiloyvum – ongum minni enn einum váðaverki – kom undan so skjótt. Tað vóru sanniliga eisini onnur í Føroyum, sum gjørdu tað sama og komu væl undan.
At halda fram við at “dyrka” ónøgdina í føroyinginum, við áhaldandi at prenta inn í hann, at summi hava fingið framíhjárætt, er beinleiðis villleiðandi fyri ikki at brúka orðið landsskaðiligt.



