Vinnulívsráðið í Klaksvík hevur aðalfund í annaðkvøld á Hotell Klaksvík kl. 19
Av teirri orsøk, at Korona-sóttin í fjørð hevði við sær, at ikki bar til at koma saman, var ársaðalfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík í 2020 framdur á netinum.
Soleiðis verður ikki í ár. Aðalfundurin verður mikukvøldið 19. mai 2021 kl. 19.00 á Hotell Klaksvík, við vanligari skrá.
Gestarøðari í ár verður stjórin og stovnarin av byggifyritøkuni Articon, Jón Sigurðsson.
Articon framt hópin av verkætlanum
Jón Sigurðsson fer at røða undir viðkomandi heitinum: Frá íverksetara við fáum starvsfólkum til eina kenda nútíðarfyritøku við 2-300 starvsfólkum.
Byggifyritøkan Articon, sum ídag er størsta byggifyritøka í landinum, hevur frá byrjan fyri júst 20 árum síðani sett sær fyri í dygd og trygd við góðum trivnaði at gerast álítandi við hollum samstarvi millum byggiharra og fyritøkuna. – Hetta hevur givið úrslit á mongum mótum. Hava latið úr hondin hópin av størstu verkætlanum í landinum. Júst í hesum døgum, latið frá sær “Hvalbiartunnilin” og hevur sett á “Tunnilin Norður um fjall” – umframt havnabyggingar, framleiðslu- og umsitingarbygningar, skúlar og íbúðabyggingar o.a.
Vinnulívsráðið hevur vanliga
fleiri árlig tiltøk
Vinnulívsráðið í Klaksvík, sum vanliga hevur fleiri árlig tiltøk, varð stovnað í kreppuárunum – 1992 – hevur ídag 60 limir. – Í nevndini sita:
- Jan Petersen, formaður
- Frimodt Rasmussen, næstformaður
- Elsubeth Poulsen, peningarøkil
- Rani Nolsøe
- Heini Hansen.
- Jógvan við Keldu, er samskipari.


