Hósdag 30. mars verður fyritøkan BORG vertur við Netverksfundi á Finastøðini
Vinnulívsráðið í Klaksvík skipar fyri netverksfundum nakrar ferðir um árið.
Hesaferð verður tað Rodmundur Nielsen stjóri og eigari av BORG, fer at greiða frá áhugaverdu menningini, hvussu tað byrjaði í 2005, tá teir yvirtóku fyritøkuna Klæmint Petersen, og nøkur ár seinni Klaksvíkar Timburhandil fyri síðani at keypa Havnar Timburhandil.
Rodmundur fer at tosa um nútíðina og hvussu hann sær framtíðina!
Skráin verður hendan:
- Kl. 9,30. Byrjað verður við morgunmati.
- Kl. 10,00: VLR-formaðurin bjóðar vælkomið og samstundis fer hann stutt at umrøða, nú Jógvan við Keldu, sum hevur verið við í Vinnulívsráðnum frá byrjan fyri 30 árum síðani og seinastu árini sum samskipari og nú hevur avgjørt at siga hetta arbeiðið frá sær, tí, sum hann tók til í uppsøgnini, at ”alt hevur tíð sína”, og samstundis handar hann kyndilin víðari til eftirmann!
- So kemur spennandi løtan, tá Rodmundur Nielsen, fer at leggja fyri.
- Ymiskt.



