Tað er áhugavert at síggja hvussu líkasæl politiska skipanin er fyri tí ovurhondsstóra mismuni, sum verður gjørdur á borgarum, alt eftir um tú býrt innanfyri ella uttanfyri molan hjá Tórshavnar Havn.
Tað er áhugavert at síggja hvussu líkasæl politiska skipanin er fyri tí ovurhondsstóra mismuni, sum verður gjørdur á borgarum, alt eftir um tú býrt innanfyri ella uttanfyri molan hjá Tórshavnar Havn.
Politiskt er enn einki gjørt fyri at fáa eina kommunala útjavningarskipan og hóast suðuroyartingmenn eiga avgerandi mandati í sitandi samgongu hava tey givið oynna upp til skutil. Játtanin, til eitt nú Suðuroyar Sjúkrahús, hevur als ikki staðið í mát við tað kostnaðarstøði, ið krevst til at reka eitt vælvirkandi sjúkrahús. Hetta førdi til at leiðslan á Sjúkrahúsinum í brævi til landsstýrið gjørdi greitt at tilbúgvingin á sjúkrahúsinum, nú var komin á so lágt støði, at tað var ikki møguligt at uppihalda eina føðideild, sum er ein tann mest náttúrligi parturin av einum sjúkrahúsið.
Uttan nakra politiska mótstøðu varð føðideildin niðurløgd á sama hátt, sum gjørt varð í Klaksvík fyri kortum.
Sjúkrahúsini eru bert eitt sjúkra eyðkenni fyri tað, sum veruliga hendir føroyska samfelagnum í løtuni.
Í Suðuroynni er eyðsýnt at fólkatali minkar, men støðan er ikki nógv betur í Norðoyggjum, hóast fólkatalið ikki minkar í løtuni, men framvegis hevur eina evarska lítla framgongd.
Munurin, er at vinnulívið í Norðoyggjum, er munandi sterkari enn í Suðuroynni og tað megnar framvegis at skapa stórt virksemið í Norðoyggjum. Her hevur tað avgerandi týdning at leiðslan í stóru og sterku vinnulívsfyritøkunum, eru framhaldandi lokalar, og síggja hvønn týdning teirra virksemið hevur fyri lokaløkið. Norðoya Sparikassi hevur á mangan hátt havt avgerandi leiklut, sum millum annað foraði fyri at alt virksemið hjá JFK ikki endaði í mjølposanum hjá donsku stjórnini kreppuárini fyrst í 90 unum. Samtaki Christian í Grótinum eins og JFK, hava sett pengar í nóg ymisk virksemi í býnum og hava havt stóran týdning fyri virksemi og tað framgond, sum er í økinum.
Aksel V. Jóhannesen, sum tók stig til at niðurleggja føðideildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, stendur í dag á odda fyri eini stjórn, sum við ætlaðu uppboðsøluni av veiðirættindum, er í ferð við at seta gongd á størstu sentraliseringina av kapital-, virkis,- og lívsgrundarlagnum í Føroyum.
Við at taka hundrað tals milliónir út úr vinnulívinum, sum í dag er grundarlagið undir virkseminum, í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðuroynni, og leggja alt í stórapott, er eingin ivi um at ferð kemur á sentraliseringina, sum vaksandi virksemið hjá føroysku vinnuni, hevur megnað at staðið betur og betur ímóti, seinru árini.
Føroyska Sjúkrahúsverkið er einans ein mynd, ella ein avleiðing av gongdini í Føroyska samfelagnum. Meðan Tórshavnar Kommuna, við 80% av almennu inntøkunum hjá føroyska samfelagnum í kassanum, keypir bygningar fyri hálva milliard, uttan at vita hvat teir skulu brúkast til, hava flestu aðrar kommunur úti um landi trupult við at fíggja tær mest vanligu kommunalu uppgávurnar.
Tá føroyskir búskaparfrøðingar í Havn tosað um, at uppboðsølan nú skal endurtakast og enntá útbyggjast – vita vit sjálvandi hvør skal rindað við kassa A og hvør fær ágóðan.
Hetta er samfelagsvísund fyri búrhøsn, men hóast greiðu tekini í sól og mána eigur hesin vanlukkuligi sentalistiski politikkurin síni trúgvu atkvøðu neyt í løgtinginum. Hesi neytini ganga enntá á heimabeiti í Klaksvík, á Tvøroyri og í Vági.
Suðuroyggin er væl á veg, men eingin ivi er um at Norðoyggjar fara at fylgja aftaná .
Føroyskur politikkur handlar ikki longur um politikk – men hvørt vit stuðla eini samgongu ella ikki. Politiska innihaldi í politikkinum lata vit í hendurnar á almenum nevndum av serfrøðingum – allir sjálvandi búsitandi í almenna metropolinum og eru nærmastu grannar hjá ovastu politisku leiðslunum.
Fyri fáaum árum høvdu vit politisk lokalfeløg, sum høvdu eina meining um øll samfelags viðuskifti og ofta vóru mótspælarar hjá flokksleiðslunum, men nú eru hesi mannaði av politiskt korrektum einki sigarum.
Politikur – er nú vorið arbeiði hjá serfrøðingum – allarmest teimum, sum eru í almenna Kringvarpinum.
Men hvør ferð at mótmæla – tá KÍ og Víkingur, sleppa til Havnar at spæla í nýggjasta glæshúsinum hjá Tórshavnar Kommunu – meðan borgarstjórin í Tórshavn, eins og rómversku kaisararnir, vinkar viðurkennandi frá balkongini?
Vinnur KÍ, so verða jú øll glað!




