Nú fíggjarkreppa herjar, er neyðugt við ógvusligum broytingum í Dimmalættingar-samtakinum, skrivar Dimma.fo
Kelda: Dimmalætting
Tá ið Dimmalætting keypti Vinnuvitan og Vikublaðið í apríl í ár sá marknaðurin góður út. Tað gjørdi hann fram til summarsteðgin. Inntøkurnar minkaðu undir summarfrítíðini, men tað var væntandi.
Skelkurin kom eftir summarfrítíðina, tá ið tað vísti seg, at inntøkurnar vóru ikki sum væntað. Tann fíggjarkreppa, sum tók seg upp kring heimin, kom skjótt til Føroyar, og vit valdu at skerja virksemið. Men skjótt sást, at tiltøkini muna ov lítið í mun til ógvusligu afturgongdina í inntøkum.
November, sum annars er ein góður inntøkumánaði fyri lýsingar, vísir, at inntøkurnar halda fram at falla við rúkandi ferð, og gjaldstrotið veksur.
Tí hevur nevndin í P/F Dimmalætting í dag valt at lata aftur bæði Vinnuvitan og Vikublaðið.
Dimmalætting fer framhaldandi at koma út fimm ferðir um vikuna – ókeypis týsdag, sum higartil.
Inntrivini merkja, at 15-20 starvsfólk missa arbeiðið. Ikki bara á Vinnuvitan og á Vikublaðnum, men skerjingarnar raka eisini á Dimmalætting.




