Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinstravendur veitsluhýrur í Klaksvík

Jóhann Lützen

Vikuskiftið 6. og 7. apríl hava stóru vinstravendu flokkarnir í føroyskum politikki landsfundir/floksting, báðir í Klaksvík, og báðir sama kvøld. Spurningurin er um stóru samgonguflokkarnir fara at finna saman í veitslulag, ella um áfast verður millum partarnar. Vit vænta tað fyrra.

Javnaðarflokkurin boðar til landsfund kl. 8:30 í Skálanum leygardagin 7. apríl, og á skránni er morgunmatur, frágreiðing skrivarans, roknskapurin, frágreiðingar frá feløgunum, formansfrágreiðing, val av formanni, starvsnevnd, leiðslu og skrivara, og góðkenning av valevnabýti millum limafeløgini. Gestarøðari verður Eli Brimsvík. Veitslan byrjar kl. 19 um kvøldið.

Hjá Tjóðveldi eitur landsfundurin Floksting, og tey vilja vera dupult so góð sum Javnaðarflokkurin og halda tí floksting í 2 dagar, 6. og 7. apríl. Flokstingið verður hildið á Tekniska Skúla í Klaksvík. Skráin líkist landsfundarskráum flest og býður uppá framløgu av roknskapi, vali av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum, at Unga Tjóðveldið leggur fram, og formansfrágreiðing. Endaliga skráin er ikki klár enn, men gongst sum væntað, verður eisini veitsla um kvøldið 7. apríl.

Bert 50 metrar eru ímillum landsfund og floksting, so allarhelst hittast javnaðar- og tjóðveldisfólk í góðum hýri eisini á máli hetta kvøldið at loysa samfelagstrupulleikarnar á óformligan hátt.