Eftir drúgvar royndir at fáa tilrættað virksemið og raksturin í Virðisbrævamarknaði Føroya verður felagið nú ætlandi upployst. Felagið fyrireikar nú eina solventa likvidatión.
Eftir drúgvar royndir at fáa tilrættað virksemið og raksturin í Virðisbrævamarknaði Føroya verður felagið nú ætlandi upployst. Felagið fyrireikar nú eina solventa likvidatión.
Fíggjarkreppan, sum av álvara rakti í 2008, hevði síni árin á áhugan og møguleikan fyri keyp og sølu av partabrøvunum hjá føroyskum skrásettum fyritøkum. Hetta hevði eina beinleiðis ávirkan á inntøkurnar hjá Virðisbrævamarknaði Føroya. Orsakað av hesum varð virksemið munandi skert, fyri at betra um raksturin. Hóast niðurskerjingar og tillaðingar hevur felagið verið rikið við halli í mong ár.
Á vári 2013 varð farið undir eitt kanningararbeiði fyri at gera eina ætlan um framtíðar virksemið. Niðurstøðan frá arbeiðinum vísti, at tær føroysku skrásettu fyritøkurnar høvdu ilt við at síggja eitt beinleiðis virði í felagnum, og tær ynsktu treyðugt at gjalda fyri veittu tænastunar. Hetta hevði við sær eina óbeinleiðis áheitan til nevndina um at niðurleggja felagið.
Inntøkugrundarlagið hjá felagnum er eisini minkað støðugt, tí felagið fær part av inntøkum sínum umvegis samstarvið við íslendska keypskálan. Áhugin hjá teimum føroysku fyritøkunum at verða skrásettar í Íslandi er minkandi. Tískil verður enn meira trupult komandi árini at fáa javnvág í raksturin. Sannlíkindini fyri fleiri skrásetingum tykjast somuleiðis avmarkaði komandi árini.
Rakstrarhall, vantandi undirtøka frá skrásettu fyritøkunum og fráflyting av íslendska keypsskálanum er orsøkin til, at nevndin fer at mæla partaeigarunum til, á aðalfundi felagsins, at stegða øllum virksemi, og at eginpeningurin verður útgoldin partaeigarunum.
Um Virðisbrævamarknað Føroya:
Felagið varð stovnað 7. november 2000. Arbeitt hevur verið við at skapa virði fyri tær føroysku fyritøkurnar, ið eru skrásettar á keypsskálum, og at fremja eitt gott íleggjaraumhvørvi í Føroyum.
Árliga hevur verið skipað fyri íleggjarafundum, har stjórarnir á skrásettu fyritøkunum hava greitt frá um roknskap og teirra virksemi, og har almenningurin hevur havt høvið at seta spurningar. Umframt íleggjaratiltøk hevur Virðisbrævamarkanður Føroya heimasíðu og avgreiðir uppgávur í samstarv við NASDAQ OMX í Íslandi.
Aðalfundur felagsins verður síðst í apríl, og tá verður uppskot lagt fram um avtøku av Virðisbrævamarknaði Føroya.




