Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Virkandi borgarstjórin: Mær dámar væl litir og list í býarrúminum

Jóhann Lützen

Vit hava spurt Anniku Steintórsdóttir Biskopstø um Klaksvíkar kommuna fer at mála LGBT farvir á okkurt vegastrekki í Klaksvík

 

Til ársins Pride málaðu býráðslimir í Tórshavnar kommunu eitt vegastrekki í Gundadali við LGBT litum. Hetta er fyri at vísa hesum minnilutabólki stuðul í almenna rúminum og tað sæst eisini í øðrum londum. 

Vit spurdu Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, virkandi borgarstjóra um vit kunnu vænta líknandi átak í Klaksvík. 

– Mær vitandi er hatta í sambandi við Pride-gonguna, og er helst við íblástri úr Íslandi, har man sær líknandi gøtur. Tað liggur ikki í kortunum at vit í Klaksvíkar kommunu fáa ein litríkan veg í løtuni, men persónliga dámar mær væl litir og list í býarrúminum, sigur Annika við Norðlýsið. 

Harleyfacadeacryl