Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virkishúsið bleiv til "Húsið"

Oliver Joensen

Ungdómshúsið í Klaksvík helst sín 1 ára dag fríggjadagin, og tað fór ikki aftur við borðinum uttan at dámur var settur á býin.

Beinta Árnadóttir Gregersen, leiðari á Húsinum bjóðaði okkum vælkomin saman við starvsfólkum sínum.



Skipað var so fyri at øll sum komu kundu halda sær framat einum vældekkaðum millummáltíðarborði.



Tað, sum í stórum gekk fyri seg var annars at búmerkið og navnið "Húsið" vóru avdúkað og eisini fór nýggja heimasíðan hjá Húsinum í luftina www.husid.fo



Tað sum kanska bergtók okkum vitjandi mest, var tónleikabólkurin hjá Rógva, Fríða og Sølva. Teir tríggir høvdu gjørt eitt forvitnisligt videolag, sum var víst fyri okkum og eisini høvdu teir gjørt ein sang til starvsfólkini, ið helst rakti beint í hjartað hjá teimum. Teir tríggir garparnir eru 11 ára gamlir, og sigast má, at teir óivað kunnu koma langt um teir halda áfram í tónleikaheiminum.



Um kvøldið varð skipað fyri 80-ára diskoteki, har børnini høvdu gjørt nógv burturúr við at klaða seg í klæðir, sum vóru inn í 80-unum.



Vit fara at ynskja Húsinum hjartaliga tillukku við fyrsta føðingardegnum, i annars var 27. februar men hildin fríggjadagin