Týskvøldið var móttøka í nýggja Virkishúsið í Klaksvík, har Summar Festivalurin lat Virkishúsinum stórfingna gávu
Tey ungu í Klaksvík hava veruliga tikið nýggja Virkishúsið til sín. Húsið hevur havt opið í eina tíð, og ymisk tiltøk hava eisini verið á skránni.
Týskvøldið fekk Virkishúsið stórfingna gávu frá Summar Festivalinum. Húsið hevur ikki havt nakað stórvegis av ljóðførum, men tað er nú broytt, tí Summar Festivalurin læt húsinum bæði trummusett, ljómborð, mikrofonir, gittar, bassgittar og forsterkarar.
– Vit eru sera fegin um hesa stóru gávu, og vit vóna, at tey ungu fara at brúka ljóðførini. Vónandi fer onkur nýggjur tónleikabólkur at spyrjast burturúr, segði Beinta Gregersen, leiðari fyri Virkishúsið, tá ið hon fekk handað gávuna.
Steintór Rasmussen handaði vegna Summar Festivalin gávuna, og hann segði seg fegnast um, at Klaksvík hevði fingið eitt nýtt ungdómshús. Hann vónaði eisini, at ljóðførini fóru at verða brúkt, og at nakað gott fór at koma burturúr.
Tey ungu sluppu beinanvegin at royna ljóðførini, og tey tóktust verða fegin um gávuna.
-Hvør veit, kanska fer onkur at framføra á Summar Festivalinum um nøkur ár, men tað er ongin treyt, segði Steintór Rasmussen skemtandi.




