Í skrivandi løtu er leiðari fyri virkishúsið til ung í gamla Norðoya Banka loksins settur.
At ¾ ár skuldi ganga, frá Læknamiðstøðin var tikin í nýtslu til virkishúsið verður fyrireika er alt ov lang tíð. Betur er tó seint enn ongantíð. Eftir mínum tykki, eigur Klaksvíkar kommuna at vera takksom fyri at ungdómurin í Klaksvík er so tolin.
Fyri kortum var ein ungdómsráðstevna í Tórshavn undir heitinum "hetta er tín kommuna". Endamálið var at savna tey ungu fyri at hoyra hvønn tørv tey hava fyri at trívast í kommununi. Eisini vóru fleiri verkstøð m.a eitt, ið skuldi taka samanum ungdómspolitik og koma við uppskotum til hvussu man kann bøta um trivnaðin hjá teimum ungu. Ein av høvuðsniðurstøðunum var, at tað hevur stórstan týdning, at tey vaksnu taka tey ungu í álvara og lurta eftir teimum.
Nú Virkishúsið væntandi opnar skjótt er hetta í tøkum tíma nú fasta sambandi um stutta tíð verður veruleiki. Við virkishúsinum er vón fyri framman, at Klaksvíkin eisini kann fáa eitt gevandi samskifti í lag við ungdómin. Stuttligt hevði verið at uppliva tiltøk í Klaksvík sum eitt nú omanfyrinevnda ráðstevna og at Klaksvíkar kommuna, so við og við, fekk ein orðaðan ungdómspolitik sum var til í samskifti við tey ungu. Virkishúsið hevur verið mítt hjartamál, tí gleðist eg yvir, at tað loksins verður veruleiki og vóni at tað kemur at tæna sínum endamálið og vera viðvirkandi til, at tey ungu fara at trívast enn betur í Klaksvík.
Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimur.




