Mánakvøldið 18. september kl. 20 heldur Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu fyrilestur í Bygdarhúsinum í Kunoy
Mánakvøldið 18. september kl. 20 heldur Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu fyrilestur í Bygdarhúsinum í Kunoy
Heitið á fyrilestrinum er Arvafrøði sum amboð í fiskivinnuni
Í fyrilestrinum verður umrøtt, hvussu arvafrøðilig amboð, ið verða nýtt til at kanna menniskju, eisini kunnu nýtast til at kanna fisk, og hvussu úrslitini kunnu nýtast í umsiting av fiskivinnuni.
Endamálið við verkætlanini er at kortleggja arvaeginleikarnar hjá sild og finna arvaliga munin á fýra ymiskum sildastovnum. Hendan vitanin skal brúkast til stovnsumsiting og menning av burðardyggum fiskiskapi.
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er tekniskur studentur (HT) frá Tekniska skúla í Klaksvík. Hon er útbúgvin BSc í Cell and Molecular Biology frá Heriot-Watt University í Edinburg og MSc í Human Molecular Genetics frá Imperial College í London.
Granskingarerkætlanin er skipað sum ein vinnu-PhD hjá Amplexa Genetics A/S og fer fram á granskarasetrinum iNOVA.
Stuðlað verkætlanini hava Granskingarráðið, Fiskivinnuroyndir, Felagið Nótaskip, Statoil Føroyar og Innovationsfonden í Danmark.
Hjartaliga væl komin í Bygdarhúsið í Kunoy til fyrilestur og góðan kaffimunn.




