Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísir aftur at Jørgen skal hava snýtt

John William Joensen

BROT ÚR STEVNING: Tað skal upplýsast, at Toll- og Skattstova Føroya fekk fráboðan um alla vøru, sum varð latin inn á goymsluna hjá Skipafelagnum Føroyar, og sum síðani varð latin P/f N. Niclasen. Tað hevur sostatt ongantíð borið til hjá felagnum at ”selt vørur uttan um tollvaldið”. Eisini er støðan tann, at tollur bleiv roknaður av allari vøru, sum P/f N. Niclasen seldi. Talan hevur sostatt ongantíð verið um at ”selja ótollaða vøru”.

Skjølini í málinum vísa eisini heilt greitt, at saksøkjarin gjøgnum fleiri ár hevði eitt umfatandi samskifti við Tollmyndugleikarnar, sum gjøgnum skrivligar áheitanir, roknskapir v.m. fingu fult innlit í tollskuldina hjá felagnum.

At skuldseta saksøkjaran fyri at hava ”snýtt” ella ”svikað” við tolli er tað sama, sum at skuldseta hann fyri revsiverd viðurskifti. Høvdu skuldsetingarnar verið sannar, hevði saksøkjarin kunnað verðið dømdur fongsulsrevsing fyri brot á m.a. revsilógina § 279 um svik. Ein skuldseting um ”snýt” og ”svik” kann ikki skiljast øðrvísi, enn at saksøkjarin skal hava krógva upplýsingar fyri tollvaldinum fyri at útvega sær sjálvum ein fíggjarligan fyrimun, og at saksøkjarin skal hava áført landskassanum eitt tilsvarandi tap. Hettar er eisini tað, sum beinleiðis og óbeinleiðis gongur aftur í festu tíðindabrotunum, sum hava verið víst í Degi og Viku og eisini í sendingini ”Tollmálið”. Tað sama ger seg galdandi fyri greinar, sum eru lagdar út á Portal.fo……….

Harleyfacadeacryl