Í gjárkvøldið hevði Spf. Visit Kalsoy sín fyrsta árliga aðalfund. Stjórin, Olivur Thomsen legði roknskapin fram fyri fyrsta rakstrarárið og síðani greiddi hann frá arbeiðinum, sum felagið hevði gjørt í farna ári.
Millum annað hevur felagið staði fyri menning og framleiðslu av miniaturum og plakatum av Kópakonuni, eins og felagið var ein samstarvspartnari í tiltakinum Kalsoyardagur 1. august í fjør.
Í framløgu síni, segði stjórin millum annað, at størsta avbjóðingin hjá felagnum frameftir, var at skunda undir betri ferðasamband ímillum Kalsoynna og Klaksvík og eisini eitt betri bussamband ímillum bygdirnar í oynni. Hetta hevur stóran týdning fyri ferðafólkastreymin tll og úr oynni, ið er sera nógv øktur síðani Kópakonan varð sett upp á Stórakneysa og ikki minst hevur hetta týdning fyri fólkið, ið búleikast á oynni.
Nevndin í felagnum varð afturvald. Í henni sita Magni Garðalíð, Jóhannus Kallsgarð, Maria Sørensen, Rólvur í Norðnástovu og Olivur Thomsen. Stjóri í felagnum er Olivur Thomsen.
Niðanfyri nakrar myndir frá góðveðrinum í gjárkvøldi:




