Tá freistin var úti høvdu 13 fólk søkt starvið sum leiðari fyri Visit Norðoy, sigur Símun Gullaksen nevndarformaður
Norðlýsið hevur spurt Símun Gullaksen, ið er nevndarformaður fyri Visit Norðoy, hvat status er við leiðaraumsóknini til Visit Norðoy, sum hevur verið at sæð í miðlunum seinastu tíðina.
Seinastu tíðina hava vit í Visit Norðoy søkt eftir einum eldhugaðum leiðara at arbeiða við ferðavinnumenning og kunning í Norðoyggjum, sigur Símun Gullaksen
Vit fingu 13 umsóknir, kvinnr og menn og fara nú undir at viðgera umsóknirnar og vóna at hava sett nýggjan leiðara tann 1. mars, upplýsir Símun Gullaksen fyri Norðlýsinum



