Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Visitatiónin í Heimatænastuni

Sirið Stenberg

Visitatiónin kostar 1,8 milliónir og fyri hesa upphædd hevði verið møguligt at veitt væl yvir 6000 tímar í heimatænastu. Hetta var niðurstøðan í munnligum fyrispurningi, sum eg setti landsstýriskvinnuni á tingfundi mikudagin.

Visitatiónin kostar 1,8 milliónir og fyri hesa upphædd hevði verið møguligt at veitt væl yvir 6000 tímar í heimatænastu.

Hetta var niðurstøðan í munnligum fyrispurningi, sum eg setti landsstýriskvinnuni á tingfundi mikudagin.

Visitatiónin er tann fakliga metingin, sum verður gjørd av hvønn tørv borgarin hevur á heimatænastu. Hendan hevur fram til 2010 verið framd lokalt, men er nú miðsavnað og skipað soleiðis, at fólk ferðast úr einum enda á landinum í hin fyri at visitera. Hetta kann gera, at visitator ferðast og er burtur ein heilan dag fyri at visitera ein, ella fáir tímar. Her fer alt ov nógv arbeiðsorka og peningur til spillis, og tað ber ikki til. Skipanin má síggjast í ljósinum av, at landsstýriskvinnan hevur upplyst, at tað mangla 1300 tímar í heimahjálp um vikuna. Tímar har fólk ikki fáa tað teimum tørvar. Harafturat hevur broytingin í visitatiónini havt við sær, at bíðitíð er komin, tí man nú skal bíða eftir fakfólki úr øðrum øki. Í bíðitíðini eru fólk kanska innløgd ella eru heima við ongari hjálp. Hetta er óvirðuligt og ørkymlar avvarðandi, borgarar og starvsfólk.

Tragedian í øllum er at, tá ið visitatiónin er framd, so kann niðurstøðan gott vera at- ja tær tørvar hjálp, men tað hava vit ikki játtan at veita tær. Her hevur man brúkt pening til visitatión, sum greinar hvønn tørv borgarin hevur á tænastu, men tænastan kann ikki veitast tí at ongin peningur er..

Hvar er álitið á teimum lokalu fakfólkunum, sum kenna tørvin hjá borgarunum ?

Landsstýriskvinnan svaraði spurninginum um visitatorskipanin var ein góð skipan við ja, skipanin er góð og verður ikki broytt tí, at økið skal út til kommunurnar 1 jan 2014. Slíkt svar var betri ósagt. Hevur landsstýriskvinnan ikki ábyrgd av, at borgarin fær sína tænastu, og kann hon bara hyggja at, tá vit hava skipanir, sum ikki eru góðar og, sum kosta nógvan pening, samstundis sum fólk ikki fáa tað hjálp og røkt teimum tørvar ? Skal alt bara liggja í andaleypi til landsstýrið sleppur sær av við eldra økið ?

Landsstýriskvinnan svaraði, at ein grundeving fyri at hava visitatorskipanina miðsavnaða var fyri at sleppa undan vina og kenninga politikki. Hetta má sigast at vera ein niðurgerðing, sum vil nakað. Hetta insinuerar beinleiðis, at skipanin við at lokal fakfólk visiteraðu sjálvi fram til 2010 bygdi á vina og kenninga politik. Hvørja grundgevning byggir landsstýriskvinnan hesar útsøgnir á, ja tað hevði verið áhugavert at fingið at vita. Um man vil einstátta tænastuna kring landið má tað gerast við niðurskrivaðum leiðreglum um hvat man veitir hjálp til og ikki, og hesar leiðreglur finnast longu. Einstáttanin færst ikki við at flyta ein visitator úr einum enda á landinum í hin. Lokal fakfólk eru eins kompitent og øll onnur og visitera sjálvsagt eftir leiðreglum og tørvinum hjá borgarunum, og ikki eftir vina og kenninga politikki.

Tá ið tað nú er avmarkað við peningi, so má uppgávan altíð vera, at peningurin verður brúktur til tænastur til borgarin, og ikki til skipanir, sum ikki eru neyðugar. Í tí løtu peningur ikki er til at veita tænastur fyri, og fólk liggja óhjálpin ella fáa eina tænastu, sum ikki stendur mát við tørvin, tá vera øll ónøgd, og tá verður tað ofta tey lokalu starvsfólkini tað gongur útyvir. Tey fáa ábreiðslur fyri at fólk ikki fáa hjálp, og hetta gevur teimum stórar kvalir, strongd og stúran, umframt at borgarin verður offur fyri almennum umsorganarsvíki. Men ábyrgdina eigur landsstýrskvinnan.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

Harleywoodpaint