Tann 22. Juli eftir fund í Landsstýrinum fekk Norðlýsið fatur á lógaruppskotið um sokallaða ”Buffaran” hjá Fiskimálaráðharranum. Tá vit almannakunngjørdu lógaruppskotið, skapti tað røring í politiska landslagnum.
Tann 22. Juli eftir fund í Landsstýrinum fekk Norðlýsið fatur á lógaruppskotið um sokallaða ”Buffaran” hjá Fiskimálaráðharranum. Tá vit almannakunngjørdu lógaruppskotið, skapti tað røring í politiska landslagnum.
Í vikuni fekk Norðlýsið svar frá Fiskimálaráðnum, har fiskimálaráðið váttar at eftir Fiskimálaráðharrin hevur lagt sokallaða ”Buffaran” fyri landsstýrið tann 22. Juli settu embætisfólk í Fiskimálaráðnum seg at útrokna hvussu lógarbroytingin fór at raka – ikki einans ymisku skipabólkarnar, men hvørt einstakt skip og bát.
Tann 25. Juli, tríggjar dagar eftir landsstýrisfundin, gjørdi umsitingin hjá landsstýrismanninum, listar við útrokningum, sum neyvt vísti hvussu nógvar fiskidagar hvørt einstakt far kom at missa. Útrokningarnar vóru so nágreinandi, at tær vístu hvørjir persónar komu at missa og hvørjir navngivnir persónar komu at fáa meira orsaka av lógarbroytingini. Listarnir vóru ikki sendir øðrum persónum uttan fyri Fiskimálaráðið fyrr enn góðar tvær vikur seinri, tann 8. august, tá listarnir vóru latnir Løgtingsins vinnunevnd.
Sostatt vóru baði landsstýrisfólk og løgtingsfólk greið yvir hvørjir persónar fingu meira fiskidagar og hvørjir persónar mistu, tá atkvøtt varð í Løgtinginum tann 17. august 2016.




