Í gjár 4. mars kl.14.00, var móttøka í hølunum hjá Visit Faroe Island har nýggjasta átakið hjá Útoyggjafelagnum fór av bakkastokki. Talan var um eina nýggj heimasíða og ein film, sum marknaðarføra Føroyar og útoyggjarnar, sum spennandi ferðamál.

Heimasíðan skal umframt at skapa áhuga fyri at ferðast til útoyggjarnar, eisini geva teimum sum búgva á útoyggj, betur møguleika at marknaðarføra síni tiltøk og tænastur, og eggja til nýggj ferðavinnu tiltøk.
Útoyggjafelagið vónar, at hetta átak fer at skapa enn størri áhuga fyri útoyggjunum sum ferðamál og bústað, og vísa tey virðir og møguleikar, sum liggja í hesum vøkru oyggjum.
Tað er Bárður Mikladal, sum hevur framleitt filmin, Høgni Lisberg, ið hevur gjørt filmstónleikin og Rannvá Lützen, ið eigur frásøgu røddina.
Útoyggjafelagið og Ferðaráð Føroyar hava fíggja tiltakið við einari helvt í part.
Blíðar heilsur
Olga Biskopstø,
samskipari