Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vit ætla okkum longur upp eftir fjallinum!

Oliver Joensen

 

Sum venjari hjá øllum liðum hjá Stjørnuni, líka frá at taka sær av 5 ára gomlum børnum og upp til kvinnurnar í Hvonndeildini, hevur Per Klarup nú skrivað undir sáttmála fyri triðja árið. Vit hittu Per og fregnaðust um framtíðina.

Orsakað av at Stjørnan var illa fyri tá eg var biðin at taka mær av starvinum sum venjari í felagnum hjá øllum deildum, havi eg sæð avbjóðingina sum eitt fjall, sum Stjørnan skuldi lyftast upp á. Eg haldi at eg kann siga, at vit vóru við fótin á fjallinum, tá eg byrjaði her, sigur væl umtókti 56 ára gamli venjarin hjá stjørnuni, Per Klarup.

Tá eg tók við venjarastarvinum, settu vit okkum sum mál, sjálvandi fyrst at vit skuldu vera betri á vøllinum, men ein líka so stór uppgáva var at vaksa um áhugan fyri kvinnuhondbólti og at draga til okkum fleiri stuðlar til felagið, bæði leikarar og fólk uttan um felagið.

Nú vit hava arbeitt í tvey ár við hesum málsetningum, eru vit komin eitt spennandi stig víðari. Vit hava nú leikarar í øllum deildum og harafturat hópin av ungum gentum í summum av deildunum og harafturat er Hvonndeildin komin upp á 10 stig.

-sjálvandi visti eg, at tað fór at vera lætt hjá mær at hála Hvonndeildina longur upp á stigatalvuni enn Stjørnan var tá vit byrjaðu, Nú eru vit komin upp um fótin á fjallinum og byrja at nærkast hálvum fjallinum, har fleiri lið í Hvonnkappingini leika, Tað sum verður spennandi hjá okkum komandi kappingarár er, um vit fara at leika við teimum í miðjuni, ella um tað fer at eydnast okkum at blanda okkum upp í, har tey ovastu liðini eru, uppi undir toppinum.

Vit hava eitt vælvirkandi felag í dag. Kringumstøðurnar hjá leikarunum eru góðar. Haldi at vit hava eina sera góða og arbeiðssama nevnd. Harafturat hava vit nógv sera aktiv foreldur, sum fylgja børnum teirra í Stjørnuni. Júst tað, at foreldrini eru við meti eg sum sera umráðandi fyri menningina av børnunum.

Eg haldi at tað hevur verið sera stuttligt  at skunda undir positiva andan, sum er kring Stjørnuna, bæði frá áskoðarum, sum nú eru talsterkir um hvønn dyst, frá leiðsluni, foreldrunum og sjálvandi ikki minst sponsorunum, sum Stjørnan ikki kann vera fyri uttan.

Sum eg segði, so vóru vit við fjalsins fót, tá eg byrjaði her saman við nýggju nevndini. Í dag hevur tað eydnast okkum øllum í felag at byggja upp eitt stórt hondbóltsfelag. Men vit skulu verða eyðmjúk og hava tol, tí tá felagið var so illa fyri var uppgávan ikki so trupul at lyfta felagið upp frá fótinum á fjallinum. Men nú vit ætla okkum longur upp.

Framhaldandi at koma longur upp á stigatalvuni er sjálvandi ikki bara sum at siga tað, tí vit mugu rokna við, at eisini onnur lið gerast betur, so tað krevur nógv av okkum um vit skulu gera okkum nakra vón um at klintra longu upp eftir fjallinum.

Men eg eri við gott mót. Vit hava fingið nógv ung talentir inn í felagið, sum arbeiða sera seriøst í yngru deildunum. Harafturat skalt tú taka við, at Hvonnhópurin er sera ungur. Annar málmaðurin er 28 ár men stóri parturin er fyrst í 20unum og yngri.

Upp á fyrispurning tín um at keypa leikarar inn til felagið kann eg bara siga mína hugsan. Tað eri sjálvandi ikki eg, sum taki støðu til alt í felagnum. Mær dámar ikki tankan um at keypa fremmand fólk til felagið. Mær dámar betur at menna spælarar úr yngru deildunum, tí yngru deildirnar eru fundamentið hjá Stjørnuni og tað er har frá eg síggi at menningin í felagnum skal koma. Tað at keypa inn leikarar til postar har tú ikki ert sterkur er í mínari verð ein stutt loysn fyri felagið. Nei, um avgerðin var mín, so  hildu vit okkum til egið tilfar. Sjálvandi kunnu støður stinga seg upp har tú ert noyddur at víkja frá prinsippum, men nei, høvuðsendamálið má vera at vit menna leikarar úr yngru deildunum og tað hava vit góðar møguleikar til í Stjørnuni í dag.

Vit skulu læra ungu spírarnar at hugsa hondbólt, tað skal fyrst og fremst verða stuttligt at koma til venjingar í Stjørnuni og vit skulu eisini skunda undir samanhaldið hjá limunum uttan fyri venjing. Har hava foreldur í Stjørnuni verið sera virkin, vit høvdu sera væleydnaðan jólahugna, saman við foreldrum, leikarar hava verið saman á bygd, eitt nú í Mikladali har eitt gentulið hevur verið eitt vikuskiftið, gentur 18 og Hvonndeildin hava verið ein túr í Danmark og fríggjadagin í Norðurljósvikuni stóðu foreldur hjá Stjørnuni við vøllin til útibiografin og seldu kaka, kaffi og bollar. Jú, vit hava eitt virkið og spennandi hondbóltsfelag í Stjørnuni. Vit hava eisini okkurt átak fyri framman í stoypiskeiðini, sum sær spennandi út og eg vóni at tð eisini gerst veruleiki.

Um meg sjálvan kann eg siga, at eg trívist ómetaliga væl í starvinum her. Eg arbeiði nógv, einar 8 til 10 tímar hvønn dag, eisini leygardag og sunnudag, so eg havi ikki so nógva avlopstíð, men tá eg havi, so dámar mær at ferðast umkring og ganga í fjøllunum. Eisini fylgið eg øllum liðunum so vítt tað ber til, tá tey fara av bygdini og harafturat royni eg at fylgja dystum í Hvonndeildini, umframt at eg hyggi nógv eftir videoupptøkum av okkara dystum og dystum hjá kappingarneytum, so jú, eg havi nóg mikið at taka mær til. Mánadagar hjálpi eg eisini badmintonfelagnum eitt sindur við konditións rørslum og skjótleika.

Her er gott at vera, náttúran er bergtakandi og fólkið er sera fryntligt og lætt at koma í samband við, tíðin flýgur avstað og tað sigur mær at eg trívist og havi tað gott.

Kona mín er lærarinna, hon arbeiðir í Danmark. Stjørnan hevur givið mær ríkar møguleikar at ferðast ímillum og tey hjá mær, børnini og konan hava verið ófør at vitja meg hesa tíðina. Konan vildi gjarna komið hendan vegin og arbeitt eina tíð, tað hava vit arbeitt eitt sindur við, so kanska tað eisini fer at eydnast, sigur Per Klarup at enda.