sigur Poul Mohr, sum á ársfundinum hjá Føroya Banka í gjár mótmælti at fíggingargrunnurin ikki møtti og hevði latið alla maktina til nevndarformannin.
Á ársfundinum hjá Føroya Banka á Hotel Føroyum ígjár varð nevndin í bankanum afturvald. Men hetta gekk ikki heilt stillisliga fyri seg.
Í nevndini í Føroya Banka eru seks limir, fýra aðalfundarvaldir limir og tveir starvsfólkavaldir. Teir starvsfólkavaldu verða valdir fyri fýra ár í senn. Teir aðalfundarvaldu verða valdir hvørt ár.
Poul Mohr vildi hava nýtt blóð í nevndina
– Nevndin í fíggingargrunnurin sum er høvuðspartaeigari – møtti als ikki á fundinum og ístaðin hevði nevndin í Fíggingargrunninum latið nevndarformanninum í Føroya Banka fullmakt at greiða atkvøðu vegna grunnin.
– Sostatt sat nevndin í Føroya Banka við 37% av atkvøðunum hóast viðtøkurnar greitt siga at eingin kann hava meira enn 10% av atkvøðunum.
– Eg kundi ikki góðtaka hesa framferð, men fundarstórin – ein stórur danskur advokatur – segði at hetta var í tráð við viðtøkurnar og eingin annar tordi at tosað honum ímóti.
– Eg haldið at tíðin er komin at fáa nýtt blóð inn í nevndina í bankanum og eg dugið ikki at síggja nakra orsøk til at hava danskarar sitandi í nevndini. Vit eiga nógv gott og ungt fólk í Føroyum, sum uttan iva klára seg minst líka væl, sigur ein sera avgjørdur Poul Mohr.
Nevndin afturvald
Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen, Keld Søndergaard Holm og Wilhelm Petersen, vóru allir valdir aftur í nevndina.
P/F Blábjørg skeyt upp at velja Knud Pontoppidan og Klæmint Weihe í nevndina, og sp/f 14 skeyt upp at velja Peter S. Holm sum nevndarlim. Tá avtornaði, varð sitandi nevnd afturvald.
Avlopið hjá Føroya Banka í 2008 fyri skatt var 200 mió. kr., og partabrævið hjá bankanum var tað partabrævið, sum fall minst á keypsskálanum í Keypmannahavn farna árið.
Nevnd og stjórn fegnaðust um, at Føroya Banki er sera væl fyri, og at útlitini hjá bankanum komandi árið eru bjørt.
Eingin tordi at mukka
– Fyri mær sær tað út sum at nevndin í Fíggingargrunninum hevur latið alla maktina í hendirnar á Klaus Rasmussen og so skuldu øll bara góðtaka hetta.
– Stutt sagt vóru vit reyvrendir av nevndini. Eg var einasti fundarluttakarin sum mótmælti og tað er løgið at eingin av teimum 70 monnunum, sum møttu á aðalfundinum tordu at siga nakað.
– Um eg ikki var á aðlfundinum so hevði fundurin neyvan tikið meira enn ein tíma – men ístaðin vardi fundurin hálvan triðja tíma.




