Formaðurin í B36 váttar, at teir eru áhugaðir í landsliðsleikaranum Halli Hansson, men at teir seta krøv.
Broytingar hava verið í B36 hópinum í vetur. B36 hevur higartil styrkt hópin við Alex Mellemgaard og Eli F. Nielsen, meðan leikarar sum Hanus Thorleifsson og Bárður Mittelstein hava vant við. Súni Olsen, Gilli Sørensen og Evrard Blé eru farnir í onnur feløg.
Men spurningurin er so, um B36 ætlar at styrkja seg meira. Fyrr í vetur váttaði B36 leiðslan fyri nordlysid.fo, at teir vóru opnir, um okkurt spennandi var møguligt at fáa og m.a. Jóan Símun Edmundsson var nevndur. Men nú Hallur Hansson kemur aftur til Føroyar, so kemur hann uttan iva í sama bólk. Heiðrikur Christiansen er formaður í B36.
– Vit eru áhugaðir í Halli, men bara fyri rætta prísin, tí vit gjalda ikki yvirprís. Eg kann ikki vátta, at vit hava bjóðað honum sáttmála. Eg havi hoyrt um upphæddir, sum okkurt annað lið hevur bjóðað uppá hann og tær virka mær púra ørar, sigur Heiðrikur Christiansen.
Fríggjadagin er samrøða í blaðnum hjá Norðlýsinum við B36 formannin, har hann kemur við sínum avgjørdu meiningum um penga fótbóltin í Føroyum.




