Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru fólksins umboð

John William Joensen

Eg eri púra ósamdur við Hergeir Nielsen og Magna Laksáfoss. Sjálvandi kunnu løgtingmenn siga sína meining um morgunlesturin.

Vit, sum sita í Løgtinginum, eru fólksins umboð, og tá ið ein so ógvuslig reaktión kemur frá fólkinum, so er tað upplagt, at vit eisini stuðla hesum fólkakravi.

Løgtingsmenn hava ikki sent nakað mótmæli, men hava vinarliga heitt á kringvarpsstjóran um at lurta eftir fólkinum, biskupi, dómprósti, prestafelag, kristiligum lurtarafelag og øllum teimum gomlu í landinum, sum hava mótmælt, at morgunlesturin ikki verður endursendur. Hetta áttu Hergeir Nielsen og Magni Laksáfoss eisini at gjørt.

Jógvan á Lakjuni
1. næstformaður á tingi

Harleywoodpaint