Sandavágs Timburhandil (Sølulýsing)
Vit eru har viðskiftafólkini hava tørv á okkum.
Sandavágs Timburhandil var í nógv ár timburhandilin fyri nærøkið vesturi í Vágunum. Samfelagsligar broytingar hava gjørt okkum til ein veitara í einum meginøki ið fevnir um 85 prosent av fólkinum í landinum, tí hava vit kunna vaksið til at vera nærøkisveitarin til alt hetta økið.
Tað sæst aftur í, at Sandavágs Timburhandil dag er veitari til fleiri verkætlanir av ymiskum slag kring Føroyar, bæði tá tað snýr seg um at smíða sethús, íbúðarbygningar, skúlar og ymiskt annað. Eitt nú er tað Sandavágs Timburhandil, ið Tekniski Skúli í Klaksvík valdi sum veitara til nýbygda húsið í Skúvadali. – Eisini fremstu fakfólkini aðrastaðni í landinum velja okkum sum veitara.
Arnold Joensen, ið klaksvíkingar kenna frá langari starvstíð í timburhandli í Klaksvík, er okkara umboðsmaður í næøkinum her. Tað er hann sum tryggjar viðskiftafólki okkara álítandi tænastu og sum vegleiðir viðskiftafólkum áðrenn keypt verður.
Sandavágs Timburhandil hevur havt stórar veitingar til útbyggingina av Tekniska Skúlanum í Klaksvík, vit hava veitt tilfar til fleiri sethús í Klaksvík og annars tilfar til umvælingar og viðlíkahald av ymiskum slag.
Frá í heyst kann Sandavágs Timburhandil eisini bjóða byggifyritøkum Norðoyggjum og Eysturoynni hølir í Norðragøtu at byggja element í.
Vit geva tilboð upp á alt, ongi er ov smátt og onki ov stórt. Spyr Arnold og tú fært skjótt svar og ikki minst skjóta og álitandi levering av tí tilfari tær tørvar. Vit koyra til dyrnar í Klaksvík hvønn dag.
Ring til Arnod á Telefon 532708 og fá eitt óbindandi prát ella tilboð!




