sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sum her sipar til at tað er fíggjarmálastýrið sum hevur vraka semingsuppskotið
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum sigur við Norðlýsið at teir í løtuni eru í bíðistøðu tí fíggjarmálaráðið vrakaði semingsuppskotið.
– Vit góðkendu semings uppskotið, sum annars var sera vanaligt tí vit vildu gjarna vera viðvirkandi til at friður var á arbeiðsmarknaðinum í eitt ár .
– Hetta vantaðu vit at fíggjarmálaráðið eisini vildi góðtaka men tað gjørdu teir ikki.
– Vit hava ikki lýst nakað verkfalla, men limir okkara kunnu ikki arbeiða tí teir í løtuni ongan sáttmála hava við fíggjarmálastýrið.
Útjaðarin liggur lamin
Formaðurin í Starvsmannafelagnum harmast um at útjaðarin verður so hart raktur.
– Vit kunnu bert harmast um at útjaðarin verður hart raktur av arbeiðsbanninum, sum fíggjarmálaráðið hevur sett í verk móti okkara limum, men útjaðarin er eisini partur av ein størri eind og tí rakar tað sjálvandi eisini her.
– Ábyrgdina fyri hesum eigur almenni myndugleikin, tí sum eg segði so góðtóku vit semingsuppskotið.
Ikki kløkkur um tingið kemur saman
Spurdur um formaðurin í Starvsmannafelagnum væntar at tingið verður kallað saman, sigur formaðurin at tað verður hann ikki kløkkur av.
– Løgtingslimir hava verið so óførir í summar at leggja upp í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, so einki sum tingmenn kunnu finna upp á ger meg kløkkan. Annars havi eg onga viðmerking um hetta.
– Vit eru altíð klárir at samráðast, men í løtuni bíða vit eftir Fíggjarmálaráðnum.
Klára drúgvan arbeiðssteðg
Tá vit at enda spurdu formannin í Starvsmannafelagnum um, hvussu leingi teir kundu halda til ikki at vera í arbeiði, svaraði formaðurin stutt:
– Limirnir í Starvsmannafelagnum og Starvsmannafelagið er væl fyri.




