Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru ikki partur av málinum

John William Joensen

sigur formaðurin í Fram, sum annars helt at talan var um eina aprílsøgu. Tað má verða uppgávan hjá kappingarnevndini at tulka lógina og annars hava vit einki at viðmerkja

Beint fyri døgura fingu vit ein teldupost sum skuldi vera frá formanninum í Fram, har hesin kravdi at Fram slapp víðari, men tá vit kontaktaðu Anfinn L. Hansen um hetta sigur hann at henda viðmerking ikki kom frá sær. 
– Vit ætlað ikki at gera nakað sum helst við hetta málið.
– Tað var stak hugnaligt at spæla móti einum fyrstudeildar liði, men tað er eingin orðsøk til at vit aftur skulu hava bank frá einum øðrum fyrstudeildar felag.
– Annars havi eg ikki hug til at gera fleiri viðmerkingar til málið, tí tað má verða uppgávan hjá kappingarnevndini at taka støðu til hvussu lógin skal tulkast.
Spurdur um Fram fór at kæra avgerðina hjá kappingarnevndini víðari til dómsnevndina, segði Anfinn L. Hansen, at tað sá hann einki endamál í.