Tað sigur Oddmar Niclasen, skipari á útróðrarbátinum Bragd í Klaksvík. Av august at vera, skulu vit ikki lata illa at. Flestu túrarnir vit hava gjørt hendan mánaðin hevur fiskiskapurin ligið um 6-7000 pund hóast onkur hevur verið lægri, eitt nú ídag, tá tað bleiv til 4.000 pund.
Men prísurin hevur verið góður, slagið hevur verið um helvt um helvt toskur og hýsa. Í síðstu viku fór hýsan fyri meira enn 20 kr. kilo og toskurin nakað tað sama, so vit hava bara fingið væl burturúr, sigur Oddmar Niclasen.




