sigur Leif Eliasen, sum er ein av stigtakarunum til Truckerfestivalin
– Luttøkan var methøg í ár. Einar 78 eindir – tvs. bilar, kranbilar og annað slag av akførum vitjaðu í Klaksvík til Truckerfestivalin, sigur Leif Eliasen.
– Tað er altíð okkurt sum kundi verið betur, men sum fyrireikarar eru vit framúrvæl nøgdir við umstøðurnar í Klaksvík.
– Vit fara at gera eina eftirmeting áðrenn støða verður tikin til hvar festivalurin verður komandi ár – men ársins festivalur var ein sera góð reklama fyri Klaksvík og tí fara vit fyrst at kanna møguleikarnar her á staðnum.
Sí myndir




