Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vit eru væl nøgdir við tunnusláingina í dag

Oliver Joensen

Tað sigur Heri Ellingsgaard, ið stóð fyri inkrevjingini í sambandi við at Klaksvíkar Hornorkestur skipaði fyri árligu tunnusláingini fyri børn.

Tað vóru knapt 300 atgongumerki seld í dag, og afturat útlutingini, so gevur hetta eitt gott íkast til raksturin av orkestrinum. Tað er tó ongin loyna, at vit kundu ynskt at tað vóru fleiri, ið møttu upp, men framhaldandi gevur tunnusláingin eitt gott avkast, so vit fara uttan ivað at halda áfram, eisini í komandi ári, sigur Heri Ellingsgaard, limur í Klaksvíkar Hornorkestri, og leggur hann afturat, alt gekk sera smidliga fyri seg og øll vóru nøgd, so alt í alt eitt gott tiltak.