Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit fáa fyrispurningar frá russum og íslendingum

John William Joensen

Fyri kortum landaði íslenskt nótaskip í Djúphavnini og Heini Marknagil sigur at áhugin er vaksandi.

– Fyri kortum høvdu vit vitjan av íslendskum reiðara, sum kannaði umstøðurnar at leggja upp til fyrstihúsið og hann var sera væl nøgdur.

– Russarar hava eisini verið í samband við okkum – so vit kunnu siga at vit eru komnir á heimskorti og spennandi er at vita hvat tað kann føra til, sigur Heini Marknagil í stuttum kaj-práti í morgun.

Tað eru JFK, Christian í Grótinum og Faroe Ship sum eiga framkomna frystihúsið í Ánunum og sambart Heina hava teir verið noyddir at víst skip frá sær tí pláss var ikki á goymsluni – men nú eru teir aftur klárir at taka ímóti.