Í morgin, leygardagin 21. 0ktober klokkan 10.00, møtast eldsálir umborð á Nónhamri, ið liggur við bryggju á Stongunum.
Endamálið er at gerða bátin kláran at verða søktan á Borðoyarvík, til at vera “habitaturur”, ella eitt riv ella bogi, sum eitt sera áhugavert mál hjá kavarum at vitja á botninum har.
Tað eru krøv frá myndugleikunum, sum skulu uppfyllast, og tað hevur við sær eitt ikki so lítið upptak sum skal gerast umborð.
Til tað, hava vit brúk fyri sjálvboðnum, ið tíma at taka eina hond í tá høvi býðst.
Vegna fyrireikararnar
Oliver Joensen



