Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit fara eftir upplivingini

Jákup Ósá

Tað sigur Símun Waag Høgnesen, sum er í hópinum hjá Undrinum til steypadystin móti KÍ leygarkvøldið.

40 ára gamli Símun Waag Høgnesen, ið fyri nøkrum árum síðani hevur verið leikandi venjari hjá Undrinum, er í hópinum hjá Undrinum leygardagin eins og tveir aðrir klaksvíkingar, Helgi Samson og Rani Jacobsen.

– Eg havi ikki vant meir enn í 3 vikur, so eg veit ikki, um eg byrji inni. Men vit fara heilt vist eftir einari stórari uppliving. Undrið er eftir míni meting eitt av bestu 3.deildarliðunum í ár, og málið er at flyta upp. Vit eru eini 24-28 mans til venjing tvær ferðir um vikuna. Styrkin á liðnum er gott samanhald. Men so hava vit skjótar kantar, eru kreativir og sterkir í verjupartinum, men tá tosa vit til 3.deild. Hesaferð vænti eg útgangsstøðið verður verjukent eins og hjá Undrinum í Klaksvík í 2011. Hendan dystin fara vit eftir at gera okkara besta og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Símun Waag Høgnesen við Norðlýsið. Hann sigur, at Undrið vanliga spælir ein 4-2-3-1 taktikk og eftir hansara tykki eru profilarnir kanska Christian V. Jacobsen, Sandri Færø, Mikkjal Christiansen og venjarin, um hann spælir við sjálvur, Esmar Æ. Poulsen. Og so verður Helgi Samson nokk eisini ein profilur, tá hann er komin í venjing, tí hann hevur verið sannførandi undir venjing.

Væntar ikki at KÍ undirmetir

Tá vit spyrja, um tað ikki er stóru vandi fyri at KÍ fer at undirmeta Undrið og av tí sama kanska vit fáa ein javnari dyst enn annars, so væntar Símun ikki, at so verður.

– Eg vænti, at KÍ kemur 100 prosent inn til dystin. Eg vænti ikki, at nakað lið hjá Mikkjal Thomassen fer at undirmeta nakran. Til tað dugur Mikkjal ov væl til at seta teir upp til. Eg havi sæð KÍ í venjarakappingini og til dystin móti B36. Har haldi eg, at verjuspælið hevur sæð fínt út, men frameftir vøllinum hevur liðið havt trupulleikar. Nú vænti eg, at KÍ fer út at skapa dystin og vit vera helst undir stórum trýsti allan dystin, sigur Símun Waag Høgnesen við Norðlýsið.

Símun er sjálvur í nevndini hjá KÍ stuðlum í Tórshavn, ið er felag fyri KÍ viðhaldsfólk í Tórshavn og sum skipar fyri tiltøkum, tá KÍ spælir í Tórshavn.