Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit fara ið hvussu er á Summar Festival

Danial Viðoy

SF: Hans Kári Sigurdsson og Símun Petur Zachariasen gleða seg serliga nógv til Summar Festivalin. Tað er altíð hugaligt tá ið okkurt hendir í býnum. Vit møta upp, tá ið stórhendingar fara fram í Klaksvík. Hans Kári hevur verið í sving síðani klokkan átta í morgun.

Hesar báðar sjónligu býarmyndirnar, og tveir ordans Klaksvíkingar eru sera spentir, nú tað styttist til árliga brakið í Klaksvík.

– Eg havi arbeitt her á økinum í allan dag, ja eg byrjaði longu klokkan átta í morgun. Tað kann eg siga tær! fortelur Hans Kári og sigur víðari:

– Her hendir nógv í Klaksvík. Eg veit bara eitt, at eina viku aftaná Summar Festivalin, tá verður Sjómannadagur. Tað er eisini óluksáliga vell!

– Góðan Summar Festival, heilsar Símun Petur glaður á málinum sum altíð.