Vit hava tryggjað okkum, at umstøðurnar eru so góðar sum gjørligt, og tí hava vit havt serkøn ljóðfólk inni at vegleiða okkum, og gjørt eina roynd at innrætta hølini hugnaliga, til serligu tónleikaframførslurnar.
Mimmy Vágsheyg, ið rekur Kaffistovuna Fríða á Biskupstorg, er sera spent upp á nýggja tiltakið, ið fer av bakkastokki fríggjakvøldið kl. 21.00.
– Vit leggja út við Jens Marna Hansen í morgin, og komandi 4 vikurnar verða tað nýggj tónleikanøvn á pallinum hvørt leygarkvøld.
– Tað hevur verið eitt tak, at fáa alt at rigga, men eftir at hava roynt tingini av, eru vit sanmførd um, at tey vitjandi og tónleikararnir fáa eina góða tónleikauppliving, har møguleiki eisini er at njóta okkurt gott í steðginum, sigur Mimmy.
– Nú er tað so langt síðani, at vit hava havt møguleika at njóta samveruna við hvønnannan og eina góða konsert í býnum á henda hátt, og tí merkja vit at áhugin er stórur, nú tingini fara ígongd aftur.
Spurd hvørjir aðrir bólkar fara at spæla komandi vikurnar, vísir Mimmy Vágsheyg á, at vit fara millum annað at fáa forkunnuga vitjan av Herborg Torkilsdóttir, saman við Tinganest.
– Tað er ein konsert, ið eg persónliga eisini síggi fram til, tí tað er mær vitandi fyrstuferð hon er her norði saman við Tinganest.
– Annars fáa vit eisini sera spennandi nøvn á gátt, so sum SWAY og Lena & Niclas. Okkurt navn kemur helst afturat komandi dagarnar, og tey vera kunngjørd so hvørt, sigur Mimmy Vágsheyg, stjóri á Fríðu, sum eisini vísir á, at fleiri onnur tiltøk fara komandi tíðina eisini at vera kunngjørd á heimasíðuni. So tað er bara at fylgja við.
FríðuTónar byrja fríggjadagin, og tað er Jens Marni Hansen, ið spælir tiltakið í gongd. Atgongumerkir kunnu keypast á https://frida.fo/events, og kosta tey 150 kr.
Til ber eisini at keypa atgongumerki við dyrnar.





