Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit góðtaka ikki at Dúgvan verður løgd

John William Joensen

Teir báðir tingmenninir hjá Fólkaflokkinum, Jógvan við Keldu og Jákup Mikkelsen, góðtaka als ikki at Dúgvan verður løgd.

Jákup Mikkelsen, tinglimur segði við Norðlýsið mikudagin, at tað er ein provokatión at Strandferðslan finnur sparingar við at leggja Dúgvuna.
Vit báðir Jógvan við Keldu, góðtaka als ikki hesa loysn, tí tað verður kaos á Leirvíksfjarðarleiðini, um so er at Dúgvan verður løgd og tað veit Strandferðslan fullvæl. Vit fara at krevja at Strandferðslan finnur sparingar aðrastaðni og um hetta fer at vísa seg at vera ómøguligt, so fara vit at áleggja landsstýrismanninum at finna eina loysn, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður Fólkafloksins at enda.