Regin Samuelsen hevur myndir av teimum kongaligu hangandi á bróstinum og við føroyskum og donskum flaggi á borðinum ætlar hann at fylgja brúdleypinum
Pápi var Javnaðarmaður, mamma og eg sambandsfólk sigur Regin tá vit vitjaðu inn á gólvið um døgurðatíð.
– Karin Kjølbro, sum var løgtingskvinna hjá Tjóðveldisflokkinum, plagdi at koma á vitjan. Tá mamma var av tí slagnum sum ikki vildi vera nøkrum til ástoy tók hon myndirnar av teimum kongaligu niður av vegginum, fortelur Regin við einum smíli.




